info
Ongi úrslit

Føroyar vunnu við munandi betri avriki í seinna hálvleiki

Belgia veitti leinga góða mótstøðu, men Føroyar vunnu at enda ein fimmmálssigur

Heri Simonsen
6. januar 2024 kl. 21:05

Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur vunnið báðar venjingardystirnar ímóti Belgia í høllini í Hálsi í Havn.

Í kvøld vunnu Føroyar 34-29 á Belgia, ið gav Føroyum skarpari gang enn í tí fyrra dystinum Føroyar vunnu 41-31 (19-16).

Í kvøld var Belgia á odda 16-15 í steðginum, og leikaði javnt stóran part av seinna hálvleiki. Við fleiri bjargingum hjá Nicholas Satchwell, betri verjuspælið og neyvari álopsspælið seinastu løtuna knógvaðu okkara menn sigurin heim.

Belgiska verjan gav Føroyum størri høvuðbrýggj stóran part av dystinum, men móti dystarenda gekk betri hjá føroyska liðnum at loysa hendan trupuleikan.

Venjarararnir fingu roynt allar leikararnar í hesum báðum dystunum, og fingu stórt gagn av hesum báðum venjingardystunum.

Nú telur tjóðin niður til komandi hósdag klokkan 17, tá vit í Berlin skulu spæla fyrsta søguliga EM-dystin móti Slovenia.

Málskjúttar: Hákun West av Teigum 7, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5, Vilhelm Poulsen 5, Teis Horn Rasmussen 3, Óli Mittún 3, Leivur Mortensen 2, Jónas G. Djurhuus 2, Helgi H. Hoydal 1, Tróndur Mikkelsen 1, Kjartan Johansen 1, Rói Berg Hansen 1.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

6 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

6 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

7 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

7 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

8 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

8 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

8 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

9 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

9 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

10 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

10 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

10 tímar síðan