info
Ongi úrslit

Fólkabókasavnstænastur til alt landið

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur í dag gjørt avtalu við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, Karl H. Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, um at hesar tríggjar kommunur skulu veita fólkabókasavnstænastur til hinar kommunurnar í landinum

Nanný Toftegaard
30. september 2024 kl. 17:30

- Avtalan um fólkabókasavnstæanstur tryggjar, at allir borgarar í landinum fáa atgongd til fólkabókasavnstænastur, og tað eri eg serstakliga fegin um, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

Nýggja bókasavnslógin ásetur, at allar kommunur í landinum hava skyldu at veita fólkabókasavnstænastur. Kommunur, ið ikki hava egið fólkabókasavn, ella hava eitt fólkabókasavn, har einki starvsfólk hevur hægri bókasavnsfakliga útbúgving ella bókavarðaútbúgving, skulu sambært bókasavnslógini gera avtalu við aðra kommunu um at veita fólkabókasavnstænastu. Tænasturnar fevna um ráðgeving um bókasavnsrakstur, bókasavnsskipanir, skráseting, innkeyp, kassatión, klassifikatión, leiting, vegleiðing, meting av tilfari og keldum og miðlan av bókmentaligum tilfari.

Landið letur í alt 2,010 mió. kr. í stuðli til skipan av samstarvi millum kommunur um fólkabókasavnstænastur. Stuðulin verður latin við heimild í § 10 í bókasavnslógini. Stuðulin verður veittur Tórshavnar kommunu,  Klaksvíkar kommunu og Runavíkar kommunu afturfyri at kommunurnar gera avtalu við hinar kommunurnar í landinum, um at veita og menna fólkabókasavnstænastu í hesum kommununum. Avtalurnar við hinar kommunurnar verða gjørdar í næstum.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Stór mótmælir um alt Týskland

23 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. september kl. 18:54

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir: AB - B68

16 minuttir síðan
Fótbóltur

Skálamenn eru eitt stig longri frá botninum

30 minuttir síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti samanlagt við níggju málum

36 minuttir síðan
Tíðindi

Søguligur bardagi millum ómannaðar sjódronur

37 minuttir síðan
Tíðindi

Valdrama í Svø­ríki: Bert ein ting­sess­ur á muni

43 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: NSÍ - Víkingur

45 minuttir síðan
Tíðindi

Nú kanst tú leiga bil tín til ferðafólk

54 minuttir síðan
Fótbóltur

Toftamenn liva framvegis í vónini

57 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: EB/Streymur - B36

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: Kyndil tapti samanlagt við 11 málum

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ heldur tørn um oddasessin

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fróði fekk fulla úrtøku í fyrstu royndini

2 tímar síðan