info
Ongi úrslit
Viðhaldsfólk hjá svenska Javnaðarflokkinum bíða eftir fyrstu valúrslitunum á Waterfront-miðstøðini í Stokkhólmi í kvøld. Mynd: Denis Balibouse/Reuters/Ritzau Scanpix

Valdrama í Svø­ríki: Bert ein ting­sess­ur á muni

Leiðslan hjá and­støð­uni í fyrstu val­stað­ar­kann­ing­u­num er vorð­in til nær­um javnt í nýggju for­søgn­ini hjá SVT. And­støð­an stend­ur til 175 sess­ir og sam­gong­an til 174.

Eirikur Lindenskov
13. september 2026 kl. 21:03

Tað verður av álvara spennandi í Svøríki í kvøld.

Nýggjasta valforsøgnin hjá svenska sjónvarpinum SVT gevur teimum fýra andstøðuflokkunum tilsamans 175 av teimum 349 sessunum í ríkisdegnum. Flokkarnir aftan fyri stjórnina hjá Ulf Kristersson standa til 174 sessir.

Bert ein tingsessur skilur sostatt blokkarnar, og enn er óvist, hvør fær meirilutan.

Hetta er ein munandi broyting í mun til fyrstu valstaðarkanningina hjá SVT fyrr í kvøld. Tá fingu Socialdemokraterna, Vänsterpartiet, Miljöpartiet og Centerpartiet tilsamans 51,3 prosent móti 46,8 prosentum til Moderaterna, Sverigedemokraterna, Kristdemokraterna og Liberalerna.

Nú bendir forsøgnin á eitt nógv javnari val.

Moderaterna stendur sambært SVT til at gerast næststørsti flokkur, meðan Sverigedemokraterna verður nummar trý. Socialdemokraterna stendur til sítt vánaligasta ríkisdagsval í nýggjari tíð, skrivar SVT.

Nýggja forsøgnin byggir á eina statistiska meting av teimum atkvøðum, sum longu eru taldar. Valstaðarkanningin fyrr í kvøld bygdi hinvegin á svar frá veljarum.

Talan er sostatt framvegis um eina forsøgn. Við bert einum sessi á muni kunnu smáar broytingar í undirtøkuni fáa avgerandi týdning fyri, hvør fær meirilutan.

Greinin byggir á forsøgnina hjá SVT, dagførda kl. 20.56 føroyska tíð 13. september.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Stór mótmælir um alt Týskland

22 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. september kl. 18:54

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir: AB - B68

4 minuttir síðan
Fótbóltur

Skálamenn eru eitt stig longri frá botninum

18 minuttir síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti samanlagt við níggju málum

24 minuttir síðan
Tíðindi

Søguligur bardagi millum ómannaðar sjódronur

25 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: NSÍ - Víkingur

33 minuttir síðan
Tíðindi

Nú kanst tú leiga bil tín til ferðafólk

42 minuttir síðan
Fótbóltur

Toftamenn liva framvegis í vónini

45 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: EB/Streymur - B36

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: Kyndil tapti samanlagt við 11 málum

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ heldur tørn um oddasessin

1 tími síðan
Fótbóltur

Fróði fekk fulla úrtøku í fyrstu royndini

2 tímar síðan
Tíðindi

Exit-poll: Andstøðan er á odda í Svøríki

2 tímar síðan