info
Ongi úrslit

Fróði fekk fulla úrtøku í fyrstu royndini

Sigursmálið skoraði miðvallarin Oussama Ali sjey minuttir undan steðginum

Jóannes Hansen
13. september 2026 kl. 19:27

Dagsskráin hjá nýggja KÍ venjaranum Fróða Benjaminsen og hansara monnum er hvørja ferð at vinna fulla úrtøku.

Fyrsta KÍ royndin eftir venjaraskiftið var á Dungasandi í Sørvági í kvøld, har 07 Vestur í góðum líkindum var vertur.

Klaksvíkingar eru á veg til hús aftur við 1-0 sigri. Einsamalla málið varð skorað sjey minuttir undan steðginum. Málskjútti var miðvallarin Oussama Ali. Uppspælið var í høgru, har Hallur Hansson og Árni Frederiksberg vóru við, og har tað var Jóannes Kalsø Danielsen, sum átti flata innleggið.

KÍ var meiri á bóltinum, og í fyrra hálvleiki vóru tað fleiri støður og einstakir góðar málmøguleikar í brotsteiginum frammanfyri Sebastian Wille, sum var stinnur millum stólparnar hjá 07 Vestur.

Eftir steðgin var heimaliðið meiri framrættað, og tað bar við sær, at talan var um spentar støður og einstakar góðar møguleikar í báðum endum.

Størsta KÍ málmøguleikan fekk innskifti Jonn Johannesen, tá ið hann varð spældur púra leysur á heimahálvuni, og eitt sindur úr høgru rak ímóti málverjanum, sum kom út á brotsteigarmarkið. Onkrir mótstøðumenn vóru ikki so langt burtur, men ivaleyst var møguleiki at sneiða framvið málverjanum. Men Jonn valdi at seta bóltin framvið málverjanum og so fór bólturin skeivu megin stólpan.

Størti møguleikin hjá 07 Vestur var tað, tá ið miðvallarin Magnus Holm Jacobsen eitt sindur úr høgru og við frísparki legði bóltin til handara stólpa, har innskifti Eiler Fróðason royndi seg úr góðari støðu, men Mark F. Jensen í KÍ málinum stórbjargaði.

Sum úrslitini lagaðu seg í dag so er tað nú eitt stig frá KÍ og fram til toppliðið NSÍ. Fríggjakvøldið fáa Fróði Benjaminsen og KÍ vitjan av Skála ÍF.

07 Vestur, sum er næstniðast við 18 stigum, fer leygardagin at spæla á útivølli ímóti Víkingi.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Stór mótmælir um alt Týskland

21 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. september kl. 18:54

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir: EB/Streymur - B

4 minuttir síðan
Hondbóltur

European Cup: Kyndil tapti samanlagt við 11 málum

22 minuttir síðan
Fótbóltur

NSÍ heldur tørn um oddasessin

43 minuttir síðan
Tíðindi

Exit-poll: Andstøðan er á odda í Svøríki

1 tími síðan
Fótbóltur

Árni gevst á landsliðnum

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt og gott gamalt í Listasavni Føroya

1 tími síðan
Lesarabrøv

Pisa 2026: Tað, sum eg hugsaði

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Gloymið alt um kommunala útjavning við verandi kommunubygnaði

2 tímar síðan
Tíðindi

Burn: H71 vann greiðan sigur á StÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Frálík konsert á Viðareiði í gjárkvøldið

3 tímar síðan
Fótbóltur

Andras kom og sá og sigraði

3 tímar síðan
Tíðindi

Russisk drona rakti ferðafólkatok á veg úr Kyiv til Warszawa

3 tímar síðan