info
Ongi úrslit

NSÍ heldur tørn um oddasessin

Hóast Víkingur størsta partin av fyrra hálvleiki var omaná, so endaði tað 1-1, og eftir steðgin var tað leingi væl meiri friðarligt

Jóannes Hansen
13. september 2026 kl. 19:44

Tað endaði 1-1, tá ið NSÍ í kvøld hevði vitjan av grannunum og steypavinnarunum í Víkingi. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Úrslitið ber við sær, at NSÍ framvegis er topplið. NSÍ hevur 45 stig, og nú er munurin aftur til fremsta avbjóðaran tódnaður niður í eitt stig. KÍ hevur 44 stig.

Víkingarnir vóru væl bragdligari stóran part av fyrra hálvleiki, og tá ið tíggju minuttir vóru farnir, eydnaðist tað at fáa úrtøku úr yvirvágini. Rani Hansen, sum aftur í kvøld var fremsti maður, spældi til Jákup Johansen, sum úr 15 metrum sendi bóltin í málið. Hetta var fimta málið hjá Jákupi Johansen í Meistaradeildini í ár.

Víkingur hevði góðar møguleikar at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki. Heldur var tað NSÍ, ið sum fyrri hálvleikur leið fekk betri tak á samanspælinum, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, eydnaðist tað at javna.

Tá ið NSÍ fyri stuttum í Klaksvík í síðstu løtu javnaði til 2-2, var tað miðverjin Daniel Obbekjær, sum við høvdinum setti bóltin í málið, og aftur í kvøld var tað Daniel Obbekjær, sum við høvdinum javnaði til 1-1.

Eftir horna og út frá var tað Jann J. Benjaminsen, sum úr vinstru legði boltin fram í brotsteigin, og har var Daniel Obbekjær fremstur, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

Eftir steðgin var ferðin leingi ikki so stór, sum hon hevði verið undan steðginum. Leingi tóktist tað at ráða meiri um at varðveita javnleikin heldur enn at spenna álopsbogan fyri at vinna sigursmálið. Sum tíðin leið vóru tað bæði møguleikar og støður í báðum endum, og í løtum var spælið gott.

Men tað eydnaðist ikki at skora fleiri mál, og kanska vóru báðir partar ikki nøgdir við úrslitið.

Víkingur tók ikki av, tá ið møguleikin var at vinna fjórða plássið. Nú hevur Víkingur 34 stig og er eitt stig frá fjórða plássinum og B36.

Næsti dystur hjá NSÍ verður fríggjakvøldið ímóti B36.

Næsti dystur hjá Víkingi verður leygardagin, tá ið 07 Vestur verður gestur í Sarpugerði.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Stór mótmælir um alt Týskland

21 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. september kl. 18:54

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir: EB/Streymur - B

5 minuttir síðan
Hondbóltur

European Cup: Kyndil tapti samanlagt við 11 málum

23 minuttir síðan
Fótbóltur

Fróði fekk fulla úrtøku í fyrstu royndini

1 tími síðan
Tíðindi

Exit-poll: Andstøðan er á odda í Svøríki

1 tími síðan
Fótbóltur

Árni gevst á landsliðnum

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt og gott gamalt í Listasavni Føroya

1 tími síðan
Lesarabrøv

Pisa 2026: Tað, sum eg hugsaði

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Gloymið alt um kommunala útjavning við verandi kommunubygnaði

2 tímar síðan
Tíðindi

Burn: H71 vann greiðan sigur á StÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Frálík konsert á Viðareiði í gjárkvøldið

3 tímar síðan
Fótbóltur

Andras kom og sá og sigraði

3 tímar síðan
Tíðindi

Russisk drona rakti ferðafólkatok á veg úr Kyiv til Warszawa

3 tímar síðan