VÍF tapti eisini seinna dystin í fyrsta umfarinum í European Cup niðri í Kroatia.
Seinni dysturin móti MRK Trogir endaði við 34-30 sigri til kroatiska liðið. VÍF var annars á odda 17-16 í steðginum, men tað gekk ikki eins væl í hond í seinna hálvleiki.
Trogir vann fyrra dystin 25-20, og vann sostatt ein samlaðan 59-50 sigur á VÍF.
Málskjúttar: Hallur Arason 7/10, Filip Jojic 7/14, Djóni B. Nielsen 4/4, Ivan Mrdalo 3/3, Mattias Joensen 2/2, Brandur M. Hansen 2/2, Brandur Bjargarson 2/2, Áki Egilsnes 1/1, Filip Haldansen 1/2, Fríði Holm í Innistovu 1/3.
Bjargingar: Bjarni Jacobsen 3/22, Brandur Silvurstein 0/15.
Kelda: Eurohandball