info
Ongi úrslit

Toftamenn liva framvegis í vónini

Í tíðini, ið dómarin legði aftrat, var tað akkurát innskifti Nicolai Møller Dohn, sum javnaði fyri B68

Jóannes Hansen
13. september 2026 kl. 20:49

B68 er framvegis aftast á støðutalvuni, og harvið er tað sannlíkt, at tað fer at enda við, at B68 í 2027 fer at spæla í næstbestu deildini.

Á Argjum í kvøld sá tað út til, at AB fór at vinna og harvið bæði at tryggja sær sessin í Meistaradeildini og at senda B68 mest sum niður í 1. deild.

Í fyrra hálvleiki var tað óruddiligt og fáir og smáir málmøguleikar. Beinanvegin eftir steðgin legði AB seg á odda. Ragnar Skála royndi seg eitt vet úr høgru, og bólturin streyk upp í handaru síðu á málinum.

Sum seinni hálvleikur leið var ferðin stór. Tað vóru nógvir nærdystir, og tað var sjáldan, at tað var heilt vandamikið frammanfyri málini. Smátt um smátt fekk B68 betri tak á samanspælinum, enn toftamenn høvdu havt. Trupulleikin var, at neyvleikin og hugflogið ikki vóru nóg góð, tá ið toftamenn nærkaðust brotsteiginum hjá heimaliðnum, har miðverjarnir hildu gestirnar frá stórum møguleikum.

Seinnapartin av seinna hálvleiki skifti B68 fýra nýggjar menn inn. Tveir teirra hava fyri tað mesta verið verjukendir miðvallarar og verjuspælarar. Í kvøld vóru teir fluttir fram á vøllin, og tá ið klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu leiktíðina, var tað ein av hesum, sum við fínum skoti javnaði til 1-1.

Innskifti Jovan Goronjic spældi úr høgru og fram til Nicolai Møller Dohn, sum í 85. minutti var skiftur inn. Nicolai snaraði um seg sjálvan, áðrenn hann eitt vet til høgru smekkaði til, og bólturin brast í handara stólpa og brast í netmeskarnar.

Javnleikur 1-1 og hóast tað framvegis sær svart út, so kendist tað sum um, at teir í B68 framvegis hava mót um, at tað fer at eydnast at sleppa undan niðurflytingini. B68 hevur 17 stig, og tað eru fimm stig fram til áttanda plássi, sum Skála ÍF er á. Leygardagin fær B68 vitjan av EB/Streymi, sum hevur 23 stig.

Hjá AB var tað stórt vónbrot í síðstu løtu at missa sigurin og harvið tvey stig. Argjamenn hava 24 stig, og hóast teir framvegis hava orsøk at hyggja niðureftir, so skal tað vilja meiri enn illa til, um teir ikki eisini í 2027 vera í Meistaradeildini. Leygardagin fer AB í Gundadal at spæla grannauppgerð ímóti HB.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Stór mótmælir um alt Týskland

22 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. september kl. 18:54

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Skálamenn eru eitt stig longri frá botninum

7 minuttir síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti samanlagt við níggju málum

13 minuttir síðan
Tíðindi

Søguligur bardagi millum ómannaðar sjódronur

14 minuttir síðan
Tíðindi

Valdrama í Svø­ríki: Bert ein ting­sess­ur á muni

20 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: NSÍ - Víkingur

22 minuttir síðan
Tíðindi

Nú kanst tú leiga bil tín til ferðafólk

31 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: EB/Streymur - B36

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: Kyndil tapti samanlagt við 11 málum

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ heldur tørn um oddasessin

1 tími síðan
Fótbóltur

Fróði fekk fulla úrtøku í fyrstu royndini

1 tími síðan
Tíðindi

Exit-poll: Andstøðan er á odda í Svøríki

2 tímar síðan
Fótbóltur

Árni gevst á landsliðnum

2 tímar síðan