info
Ongi úrslit

Fróði Benjaminsen var bestur

Ársins leikari - Fróði Benjaminsen varð kosin ársins fótbólts­spæl­ari<br />2010 í Hvonn Live leygar­kvøld­ið.<br />Stríðshugaði liðfor­maðurin hjá<br />HB hevur uppiborið heið­urin,<br />heldur viðmerkjari

info
Uni Holm Johannesen
15. november 2010 kl. 13:38
Hann hevur verið føroyska útgáv­an av »Captain Fantastic« seinastu árini.
Stríðsmaðurin hjá HB við sjey-talinum á rygginum.
Umframt føroyameistara­heitið, hevur hann nú aftur vunn­ið eina heiðursløn. Hesa­ferð sum ein­stak­lingur.
Fróði Benjaminsen er kosin ársins fótbóltspælari. Tað er annað árið upp í slag.
Helgi L. Petersen er fótbólts­við­merkjari.
Hann heldur, at Christian Høgni Jacobsen, NSÍ, hevur eis­ini verið eyðsýndur í hesum kapp­ingar­ár­inum, men Fróði Benjaminsen hevði munin.
– Trýstið økist á leikararnar og liðini, sum kappingin sans­ar at. HB, EB/Streymur og NSÍ kapp­aðust um meistara­heitið sein­astu umførini. Runa­víking­ar mistu fleiri týðandi stig í sein­astu umfør­unum. HB dugdi best at handfara trýstið. Tað sigur heldur ikki lít­ið um Fróða Benjaminsen, at hann er høvuðsorsøkin til, at HB endur­vann føroyameistaraheitið. Hann hevur verið besti spæl­arin í Voda­fone­deildini í ár, sigur Helgi L. Petersen.
Fróði Benjaminsen er stadd­ur uttanlands í løtuni, og hann kundi tí ikki taka móti heiðr­inum.
Landsliðsleikarin sigur í stuttari viðmerking, at tað er altíð stuttligt at fáa slíkt herða­klapp.

Stoltur pápi
Harry Benjaminsen, pápi Fróða, tók móti steypinum hjá son­inum leygarkvøldið.
Hann er sjálvsagt errin av son­inum.
– Tað hevði verið stuttligari at staðið her, um tað var eg, sum var kosin ársins spælari. Tað er helst nakað seint nú. Fróði hevur altíð verið ágrýtin og lagt nógva orku í fótbóltin. Hann fór at spæla við bóltin sum tvey ára gamal, og hann hevur nærmast ikki slept hon­um síðan, sigur Harry Benja­minsen, sum hevur sæð flestu dystirnar hjá Fróða í ár.
Harry Benjaminsen sigur, at sonurin hevur fleiri eginleikar sum fótbóltsspælari.
– Fróði er stríðshugaður, og hann hevur gott bólteyga. Hann er heldur ikki egoistiskur, og hann kennir sín leiklut sum liðspælari, sigur Harry Benja­minsen.
Fróði Benjaminsen hevur vunnið heiðurin sum ársins fót­bólts­spælari tríggjar ferðir. Tað var í 2001, 2009 og 2010.

Kunngerðir

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Ken Fagerberg er deyður

13 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Libya boðar frá aftursvari eftir álop á russisk skip

35 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Bjarni var sera eyðsýndur í European League

1 tími síðan
Tíðindi

Noreg letur upp fyri ílegubroyttum rávørum í alifóðri

2 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Endaði javnt millum City og Napoli

2 tímar síðan
Tíðindi

Kjak um at tvinga meira fisk til virkingar í Íslandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Vitlíki_Føroya

3 tímar síðan
Fótbóltur

Annað tapið á rað hjá Hellas Verona

4 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Magnus vann á Bjarna og Allan

4 tímar síðan
Tíðindi

Svøríki atkvøður fyri triðju ferð um forsætisráðharra

4 tímar síðan
Tíðindi

Landsstýrið skal aftur niður á seks fólk

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Allur bati bøtir, men lítið er um tann, ið einki ætlar

5 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Liðið hjá Teis vann stórsigur

6 tímar síðan