info
Ongi úrslit
Uppskotið um at loyva ílegubroyttum rávørum í alifóðri hevur elvt til kjak í Noregi um umhvørvi, burðardygd og umdømið hjá norska laksinum á altjóða marknaðinum

Noreg letur upp fyri ílegubroyttum rávørum í alifóðri

Higartil hava strangar reglur forðað fyri brúki av ílegubroyttum tilfari í norskum alifóðri, men nú verður arbeitt við at broyta treytirnar

Vilmund Jacobsen
24. november 2026 kl. 23:59

Norska stjórnin ætlar at gera tað møguligt hjá alarum at brúka ílegubroyttar rávørur í fóðrinum til alilaks. Endamálið er at tryggja nógmikið av burðardyggum fóðri til veksandi alivinnuna.

Tað veit Fisk.no at siga.

Ílegubroyttar rávørur verða vanliga róptar GMO-rávørur, og GMO er stytting fyri enska heitið, Genetically Modified Organism.

Hetta eru plantur ella aðrar livandi verur, har arvaeginleikarnir - ella dna'ið - er broytt á starvsstovu fyri at geva rávørunum serligar eginleikar.

Ístaðin fyri at ala plantur fram á vanligan hátt gjøgnum nógv ættarlið, flyta granskarar ávísar ílegur beinleiðis inn í plantuna – til dømis í soja, mais ella raps.

Higartil hava strangar reglur forðað fyri brúki av ílegubroyttum tilfari í norskum alifóðri, men nú verður arbeitt við at broyta treytirnar, so nýggjar og meira tøkar rávørur kunnu takast í brúk.

Fisk.no veit at siga, at uppskotið hevur elvt til kjak í Noregi um umhvørvi, burðardygd og umdømið hjá norska laksinum á altjóða marknaðinum.

Kunngerðir

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Ken Fagerberg er deyður

12 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Champions League: Endaði javnt millum City og Napoli

49 minuttir síðan
Tíðindi

Kjak um at tvinga meira fisk til virkingar í Íslandi

1 tími síðan
Tíðindi

Vitlíki_Føroya

1 tími síðan
Fótbóltur

Annað tapið á rað hjá Hellas Verona

2 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Magnus vann á Bjarna og Allan

2 tímar síðan
Tíðindi

Svøríki atkvøður fyri triðju ferð um forsætisráðharra

3 tímar síðan
Tíðindi

Landsstýrið skal aftur niður á seks fólk

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Allur bati bøtir, men lítið er um tann, ið einki ætlar

4 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Liðið hjá Teis vann stórsigur

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar fáa størri botnfiskakvotur í Grønlandi í 2027

4 tímar síðan
Tíðindi

U19 EM: Sara Benjaminsen bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

5 tímar síðan
Tíðindi

Tak eina jólamynd á Torginum!

5 tímar síðan