Íslendsk fiskavirkir rópa varskó, tí umleið 50.000 tons av óvirkaðum fiski vórðu flutt óvirkað av landinum í fjør.
Av hesum vóru 30.000 tons av toski og hýsu.
Í íslendska Fiskifréttir verður nú kjakast um at seta krøv um virkingarskyldu á botnfisk og flatfisk, veiddur í íslendskum sjógvi.
Endamálið við møguligari virkingarskyldu er at forða fyri, at so nógv rávøra fer óvirkað til útlendsk virkir og keyparar.