Ulf Kristersson, leiðari í Moderaterna og virkandi forsætisráðharri í Svøríki, verður mánadagin stillaður upp til atkvøðugreiðslu í Ríkisdegnum.
Tað boðaði formaðurin í Ríkisdegnum, Andreas Norlén, frá týsdagin, sambært svenska tíðindastovuni TT. Hetta verður triðja atkvøðugreiðslan um ein forsætisráðharra síðani valið 13. september.
Kristersson vil royna at skipa eina stjórn við Moderaterna, Kristdemokraterna, Liberalerna og Centerpartiet. Centerpartiet hevur tikið samráðingarnar við Kristersson upp aftur og vil nú herða tær. Enn er eingin avtala um eina felags stjórn.
– Eg hevði ikki roynt, um eg ikki helt, at grundarlag var fyri tí, sigur Kristersson við TT.
Andersson fer at atkvøða ímóti
Á valinum í september fekk vinstravongurin 176 sessir og høgravongurin 173. Síðani hava fleiri floksleiðarar roynt at finna grundarlag fyri eini stjórn.
Magdalena Andersson, leiðari hjá Socialdemokraterna, boðaði týsdagin formanninum í Ríkisdegnum frá, at hon ikki sær nakran møguleika at skipa eina stjórn við sær sjálvari á odda. Hon vísir serliga á Vänsterpartiet sum eina forðing í samráðingunum og sigur, at hon fer at atkvøða ímóti Kristersson.
Miljöpartiet, sum er partur av reyðgrøna veinginum, heldur, at Kristersson eigur at verða royndur í eini atkvøðugreiðslu. Sambært talsmanninum Daniel Halldén hevur flokkurin einki greitt stjórnarboð á sínum veingi.
Í svenska Ríkisdegnum eru 349 limir. Kristersson verður góðkendur, um í mesta lagi 174 atkvøða ímóti honum. Fella fýra uppskot um forsætisráðharra, verður nýval skrivað út.
Ritzau