Libyski tjóðarherurin, sum verður styttur LNA, sigur seg fara at svara aftur - á røttum stað og í røttum tíma - eftir, at tvey russisk skip vórðu álopin við og uttanfyri libyska býin, Benghazi, sunnudagin.
Ein russisk hernaðarkorvett, sum lá við bryggju í Benghazi og eitt farmaskip, sum lá uttan fyri havnina, vórðu álopin við sjódronum. Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, váttaði mánadagin, at tað var Ukraina, sum stóð aftanfyri álopið.
Í einari fráboðan frá libyska tjóðarherinum týsdagin verður sagt, at herurin fer at svara aftur uppá ukrainska álopið, sum eisini kostaði tveimum libyskum hermonnum lívið. Libyski herurin krevur eisini eina almenna frágreiðing um hernaðarátakið.
Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga í kvøld.