Tað er boðskapurin frá Gist & Vist, sum 2. mai hevði aðalfund við metgóðum roknskaparúrsliti. Aðalfundurin viðgjørdi millum annað almenna grannskoðaða ársroknskapin hjá felagnum fyri árið 2018. Gist & Vist fegnast um, at ársroknskapurin vísir eina góða framgongd á fleiri økjum og greiðir soleiðis frá støðuni:
- Sølan er vaksin við 15% í mun til 2017. Av hesum er vøksturin í hotelvirkseminum 10% og vøksturin í matstovuvirkseminum 17%.
- Ársúrslitið, 8,2 mió.kr. eftir skatt, er methøgt rakstrarúrslit hjá felagnum. Í mun til 2017 er úrslitið vaksið við góðum 10%.
- Eginpeningurin og solitiditeturin hjá felagnum er eisini vaksin munandi. Við árslok 2018 er eginpeningurin góðar 49 mió.kr. og soliditeturin 23,6%. Samstundis hevur felagið í 2018 gjørt nýíløgur fyri kr 28 mió.
- Í 2018 rindaði Gist & Vist í alt 62 mió.kr. í lønum til í alt 898 løntakarar, svarandi til 189 ársverk í miðal fyri árið. Av samlaðu lønarupphæddini eru 34 mió.kr. goldnar til tímaløntum. Gist & Vist hevur í løtuni 27 lærlingar í starvi.
- Deildarkervið hjá felagnum verður støðugt útbygt og nú á aðalfundardegnum hevur Gist & Vist 3 hotel, 15 matarstøð og 4 netsølur.
- Matstovan KOKS varð tilnevnd 2 Michelin stjørnur, og tað er at fegnast um, bæði hjá Gist & Vist, men eisini føroysku ferðavinnuni og Føroyum sum heild. Gist & Vist vónar, at tað almenna skapar fortreytir fyri einum framhaldandi virksemi og menning hjá KOKS.
- Gist & Vist er í 2018 farið undir útbygging av Hotel Føroyum. Hotelútbyggingin verður liðug í 2020 og verður Hotel Føroyar tá framhaldandi tað størsta hotellið í Føroyum við í alt 200 kømrum, góðum fundar- og veitsluhølum umframt matstovu.