info
Ongi úrslit
© Kacper Pempel/Reuters
Gianni Infantino, forseti í Fifa, letur nú upp fyri broytingum í altjóða fótbóltssamgonguni, eftir at umstrídda ætlanin Fifa Forward Enterprise er slept. (Savnsmynd).

Infantino vil hava broyt­ing­ar í Fifa eft­ir mis­eydnaða ætlan

Gianni Infantino, forseti í altjóða fótbóltssamgonguni Fifa, letur nú upp fyri broytingum í felagsskapinum, eftir at ein umstrídd ætlan um at selja íløgufólkum partar av rættindunum til HM og aðrar kappingar er slept.

Eirikur Lindenskov
22. september 2026 kl. 07:15

Gianni Infantino hevur boðað teimum 211 limalondunum í Fifa frá, at ætlanin, sum nevndist Fifa Forward Enterprise, FFE, nú endaliga er slept.

Ætlanin snúði seg um at fáa íløgufólk inn í vinnuliga partin av HM og øðrum kappingum hjá Fifa. Hon elvdi til nógva mótstøðu og atfinningar móti Infantino.

Í einum brævi til limalondini, sum Reuters, AFP og The Athletic hava sæð, sigur Infantino nú, at hann ynskir eitt breitt orðaskifti um, hvussu Fifa verður stýrt.

Hann ætlar at biðja Fifa Council, leiðandi ráðið í felagsskapinum, taka støðu til, um ein óheft uttanhýsis kanning skal gerast av verandi leiðslu- og avgerðarskipanini hjá Fifa. Endamálið skal vera at kanna, um mannagongdirnar kunnu betrast, tá stórar strategiskar avgerðir verða tiknar.

Infantino skjýtur eisini upp, at limalondini og aðrir viðkomandi partar verða tikin við í eitt skipað orðaskifti um framtíðar avgerðargongdina.

– Demokratisku mannagongdirnar, sjálvstøðan og ítróttarliga valdið hjá Fifa vóru ongantíð til sølu. Tey eru ikki til sølu og verða tað ongantíð, skrivar Infantino.

Viðurkennir, at Fifa fór skeivt fram

Infantino viðurkennir samstundis, at Fifa handfór ætlanina um Fifa Forward Enterprise illa.

Sambært honum skuldi ætlanin ikki verið komin alment fram so tíðliga, áðrenn arbeiðið var liðugt og limalondini høvdu fingið hana lagda fyri seg í síni heild.

– Eg viðurkenni, at tá allur samanhangurin ikki var kendur, skapti hetta stúran og gav ta fatan, at avgerðir longu vóru tiknar. Tað vóru tær ikki, skrivar hann.

Hann staðfestir, at uppskotið nú er tikið aftur og ikki verður framt.

Fifa ætlar tó framvegis at økja inntøkurnar, so meira peningur kann verða settur aftur í fótbóltin. Sambært Infantino skal felagsskapurin nú finna aðrar leiðir at útvega peningin.

– Tað, sum broytist, er ikki ambitiónin, men styrkin í tilgongdini, har stór hugskot verða ment, roynd og avgjørd, skrivar Fifa-forsetin.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgregluátak: Trý prutl koyrdu ov skjótt í Runavík

21 minuttir síðan
Tíðindi

Bárður á Steig Nielsen á fundi við Marco Rubio

36 minuttir síðan
Fótbóltur

Sara og Kára fingið A-landsliðsboð

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Her er hópurin hjá Kasakstan sum kemur til Føroya

7 tímar síðan
Hondbóltur

Elias á veg til Aalborg

8 tímar síðan
Tíðindi

National Geo­graph­ic Endu­rance á Havnini

8 tímar síðan
Tíðindi

Trump hevur søguliga lága undirtøku

9 tímar síðan
Tíðindi

Byggisamtykt á Argjum verður broytt – nú er almenn hoyring

10 tímar síðan
Fótbóltur

Petur Knudsen var besti leikarin í august

10 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj farmaleið umvegis Vágs havn

11 tímar síðan
Tíðindi

Uppskotið var at byrja í ár – hvar bleiv um­koyr­ing­ar­veg­ur­in av?

12 tímar síðan
Tíðindi

Illgruni um val­svik: 223.000 svi­ar kanska á um­val

13 tímar síðan