info
Ongi úrslit

Løgregluátak: Trý prutl koyrdu ov skjótt í Runavík

Løgreglan gjørdi í gjár eitt málrættað átak móti prutlum á Runavíkarleiðini. Øll trý prutlini, sum vórðu kannað, kundu koyra skjótari enn loyvt.

Eirikur Lindenskov
22. september 2026 kl. 07:42

Um 18-tíðina í gjár kannaði løgreglan trý prutl í Runavík. Tey vórðu øll royndarkoyrd, og úrslitið var, at øll kundu koyra skjótari enn loyvt er.

Allir tríggir førararnir fingu bót. Ein teirra hevði heldur ikki koyrikort og varð eisini skuldsettur fyri tað. Hjá hinum báðum vóru koyrikortsviðurskiftini í lagi, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni í morgun.

Í Suðuroy varð ein bilførari tikin fyri at koyra í frákenningartíðini. Viðkomandi varð eisini skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Løgreglan fekk eisini fráboðanir um tvey ferðsluóhapp seinasta samdøgrið.

Á Velbastaðhálsi rendi ein bilur upp í bilin frammanfyri. Fremri bilurin bremsaði, og førarin í aftara bilinum náddi ikki at steðga. Eingin fólkaskaði var, men nakað av materiellum skaða.

Um 16-tíðina var eitt annað ferðsluóhapp í miðbýnum í Havn. Har helt ein bilførari ikki víkiskylduna og koyrdi út fyri ein annan bil.

Førarin, sum ikki helt víkiskylduna, hevði heldur ikki koyrikort og varð eisini skuldsettur fyri tað.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stórsigur á Mauritania

9 minuttir síðan
Tíðindi

Bárður á Steig Nielsen á fundi við Marco Rubio

1 tími síðan
Tíðindi

Infantino vil hava broyt­ing­ar í Fifa eft­ir mis­eydnaða ætlan

1 tími síðan
Fótbóltur

Sara og Kára fingið A-landsliðsboð

2 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Her er hópurin hjá Kasakstan sum kemur til Føroya

8 tímar síðan
Hondbóltur

Elias á veg til Aalborg

8 tímar síðan
Tíðindi

National Geo­graph­ic Endu­rance á Havnini

8 tímar síðan
Tíðindi

Trump hevur søguliga lága undirtøku

10 tímar síðan
Tíðindi

Byggisamtykt á Argjum verður broytt – nú er almenn hoyring

10 tímar síðan
Fótbóltur

Petur Knudsen var besti leikarin í august

11 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj farmaleið umvegis Vágs havn

11 tímar síðan
Tíðindi

Uppskotið var at byrja í ár – hvar bleiv um­koyr­ing­ar­veg­ur­in av?

12 tímar síðan