Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG brúka nógvar kreftir í Champions League, og tað sær út til at kosta í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Farna sunnudag tapti GOG fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Talan gjørdist um stórtap 26-36 í útidystinum móti Bjerringbro/Silkeborg.
Í dag gjørdist ilt verri í Svendborg Arena. GOG tapti 37-38 fyri botnproppinum, Skive sum bert hevði trý stig undan dagsins dysti. Í steðginum var GOG á odda 20-18.
Í donskum ítróttarmiðlum var frammi undan dystinum, at teir hjá Skive vónaðu, at mongu kreftirnar GOG hevur brúkt í Champions League kundi vera Skive til vildar.
Óli skoraði fýra mál upp á seks málroyndir. Hann legði eisini upp til trý mál, og hann vann liðnum trý brotskøst.
GOG er framvegis fremst í deildini við 25 stigum.
Longu mikudagin klokkan 17.45 er aftur dystur í Arena Svendborg. Tá tekur GOG móti pólska stórliðnum, Kielce í millumbólki 2 í Champions League.