info
Ongi úrslit

Grønland fær 8,6 ferðir so nógvan stuðul sum Føroyar

Danmark leggur upp til at lata Føroyum 541,8 milliónir krónur í blokkstuðli í 2027, somu upphædd sum í ár. Blokkstuðulin til Grønlands hækkar eftir uppskotinum við 122,2 milliónum krónum.

Eirikur Lindenskov
29. november 2026 kl. 16:35

Føroyski blokkstuðulin varð lækkaður 25 milliónir krónur um árið frá 2023 til 2026. Í danska fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 er eingin nýggj lækking. Har er roknað við 541,8 milliónum krónum árliga til Føroyar til og við 2030. Sambært viðmerkingunum til uppskotið er tað avtalað við landsstýrið at brúka somu upphædd sum grundarlag undir fíggjarætlanini fyri hesi árini.

Grønland fær 122 milliónir meira

Í uppskotinum eru 4.646,9 milliónir krónur settar av til blokkstuðulin hjá Grønlandi í 2027. Í ár er upphæddin 4.524,7 milliónir krónur. Tað er ein hækking á 122,2 milliónir krónur, ella 2,7 prosent.

Blokkstuðul

2026

Uppskot fyri 2027

Føroyar

541,8 mió. kr.

541,8 mió. kr.

Grønland

4.524,7 mió. kr.

4.646,9 mió. kr.

Fíggjarlógaruppskotið hevur verið til aðru viðgerð í Fólkatinginum. Triðja viðgerð er sett á skrá 9. og 10. desember.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Send nýskipanarnevndina til hús

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Fleiri tíðindi

Tíðindi

GOG heilkiksaði móti botnproppinum

14 minuttir síðan
Fótbóltur

SV Ried leikti javnt á heimavølli

41 minuttir síðan
Tíðindi

Eisenkot gloppar dyrnar fyri Netanyahu

1 tími síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Mattiasi syrgdi fyri søguligum meistaraheiti til IK Sirius

1 tími síðan
Tíðindi

Nú verður dýrari at búgva á røktarheimi í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Pólland tapti tvær ferðir fyri Rumenia - møta Føroyum 9. desember

2 tímar síðan
Tíðindi

Landið tekur 60 mió frá SEV – hús­ar­hald­ini hægri elprís

3 tímar síðan
Tíðindi

Vardi ferðafólk í toki við einari steikipannu

3 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Kommunur kappast um barna­fam­ilj­ur: Her fært tú mest fyri pengarnar

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskur fiskur miss­ir markn­að­ar­part til Nor­eg og Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

5 tímar síðan
Tíðindi

Myndarøð: Jólatræið í Vágstúni varð tendrað í gjár

5 tímar síðan