info
Ongi úrslit

Grøn orka loysir seg

Handils- og ráðstevnan VARANDI HEIMUR - í Norðurlandahúsinum fríggjadagin og leygardagin 23. og 24. oktober

Eirikur Lindenskov
11. oktober 2026 kl. 22:03

Tíðindaskriv:

Varandi heimur, ráðstevna og framsýning um varandi orku, verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin og leygardagin 23. og 24. oktobur. Heitið hesa ferð er Grøn orka loysir seg. 

Fólk við fremstu vitan og royndum leggja fram og geva boð uppá, hvussu ferð kann fáast á grøna orkuskiftið. Fokust verður sett á møguleikarnar hjá okkum her heima og vit hoyra um royndir úr grannalondum okkara. 

Handilsfyritøkur sýna fram teirra boð uppá skilagóðar orkuloysnir til húsarhald og vinnu.

Familjur og húsarhald leita sær góð ráð og íblástur um orkuoysnir, sum gagna umhvørvinum - og pengapunginum.  Fríggjadagur fyri øll við áhuga fyri grøna orkuskiftinum

Fríggjadagin spyrja vit, hvat, ið skal til fyri at Føroyar gerast sjálvbjargnar við varandi orku? Vit seta fokus á, hvussu vinna, kommunur, landsmyndugleikar og húsarhald hvør sær og saman kunnu vera við til at seta ferð aftur á orkuskiftið. 

Vit hoyra leiðandi persónar á sínum øki greiða frá, eins og kjakast verður um loysnir og staðfest verður ábyrgd.

Í kjakinum verða Eyðdis Hartman Niclasen, Elsa Berg, Ruth Vang, Hákun Djurhus Jóhan í Niðristovu og Niels Winther. 

Leygardagur fyri teg og øll, sum ætla sær grøna orku

Leygardagin kunnu húsarhald kunna seg um møguleikar at fáa grøna orku. Familjur og einstaklingar kunnu leita sær íblástur og góð ráð um orkuoysnir, sum gagna umhvørvinum og sum kunnu spara nógvar krónur í pengapunginum.

Ansing og hugni til børnini

Vit vilja fegin, at familjur við børnum koma í Norðurlandahúsið at vitja Varandi heimin, og hava tí fingið námsfrøðinæmingar at ansa børnunum í Skálanum. Har verða hoppiborgir og gyklarin Ásbjørn fer at gykla, meðan foreldrini vitja básar ella lurta eftir fyrilestrum.

Xperiment framførir

Við livandi tónleiki byrja vit leygardagin, tá Xperiment fer at syngja kl 10.00. 

Høgra stendur fyri handils- og ráðstevnuni. Umhvørvisstovan, Sev, Tórshavnar kommuna og Vinnuhúsið hava skipað ráðstevnuna. Fíggjarligir stuðlar eru: Hiddenfjord, Umhvørvisstovan, Sev og  Tórshavnar kommuna.

Høgra stendur fyri handils- og ráðstevnuni. Umhvørvisstovan, Sev, Tórshavnar kommuna og Vinnuhúsið hava skipað ráðstevnuna. Fíggjarligir stuðlar eru: Hiddenfjord, Umhvørvisstovan, Sev og  Tórshavnar kommuna.

Tú kanst vitja stóru veitararnar í Føroyum innan orku: Krosstein, Leif Mohr, Solskifer, Føroya Banka, Jarðhita, Thorfinn Nielsen, Mariu Poulsen, Vita Software, Hita og Sev. 

Bjørt Samuelsen og Uni Arge eru stýra ráðstevnuni. Ráðstevnan verður stroymd.

Varandi Heimur

-    grøn orka loysir seg 

Fríggjadagur 23.oktobur

Vinnan og orkuskiftið

Kl 09:00   Vælkomin (Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum)

·       Føroyar og leiðin at gerast sjálvbjargin við varandi orku.

Kl 09:10   Hvussu langt er eftir á mál (Sigurð í Jákupsstovu, stjóri, Umhvørvisstovan)

·       So nógva orku brúka vit, og soleiðis gongur at røkka orkupolitisku málunum. 

Kl 09:25   Grøna kósin (Terji Nielsen, menningarleiðari, Sev)

·       Læran av gongdini og neyðug tøk frameftir, um grøna orkuskiftið skal gerast veruleiki. 

 

Kl 09:45   Leikluturin hjá vinnuni (Súsanna Berg, ráðgevi, Vinnuhúsið) 

·       Vinnan luttekur, tí orkuskiftið er avgerandi fyri kappingarførið.

Kl 10:05  Fortreytir at framleiða varandi orku í Føroyum (Heini Ellingsgaard, varandi orka, Effo)

·       Hvussu vit kunnu menna eina føroyska orkuvinnu og gerast sjálvbjargin við orku.

Kl 10:25   Steðgur

Kl 10:40   Grønt orkuskifti og burðardygg framtíð (Elsa Berg, borgarstjóri, Tórshavnar kommuna)

·       Tøk hjá landsins størstu kommunu at skunda undir grøna orkuskiftið.

Kl 11:00   Veðurlagsroknskapur hjá Tórshavnar kommunu (Jonathan Engell, SustainX)

·       Dømi um hvussu ein stór kommuna ger veðurlagsroknskap.

Kl 11:10   Royndir hjá Danmark við grøna orkuskiftinum (Lars Aagaard, fólkatingslimur, fyrrverandi stjóri í Dansk Energi og fyrrverandi orku- og veðurlagsráðharri)

·       Hvat grannar okkara gera fyri at røkka grøna orkuskiftinum, og hvørjar av royndunum, vit møguliga kunnu brúka í Føroyum.

Kl 12:00    Miðmáli

Kl 12:50   Orkuslúkar á landi (Jón Atlason, alileiðari, Hiddenfjord)

·       Hvussu kunnu orkutungir brúkarar vera við til at seta ferð á orkuskiftið.

Kl 13:05   Orkuskiftið á sjónum (Álvur Højgaard, stjóri, Navigare)

·       Avbjóðingar við grøna orkuskiftinum á sjónum. Menning av orkusparandi skipum, grøn brennievni, effektiv orkunýtsla og landsstreymur.

Kl 13:20   Politiskt kjak: Grøna orkuskiftið tykist steðgað upp. Hvat nú?

·       Luttakararnir fáa høvi at kjakast um, hvat rættast nú er at gera, og hvør, ið eigur hvørja uppgávu at fáa ferð aftur á orkuskiftið. Tey luttakandi eru Eyðdis Hartmann Niclasen, Elsa Berg, Ruth Vang, Hákun Djurhuus, Jóhan í Niðristovu og Niels Winther.

Kl 14:10  Samanumtøka og takk fyri í dag 

 

Leygardagur 24.oktobur

Privat húsarhald og møguleikar at fáa grøna orku

Kl 10:00   Vælkomin. Xperiment framførir.

Kl 10:15   Hvønn hugburð hava fólk til orkuskiftið? (Eyðna Joensen, Sev)

Kl 10:30   Hvussu fáa vit húsarhald við lágum inntøkum við í orkuskiftið? (Ragnar Mouritsen, Fróðskaparsetrið)

Kl 10:45   Staðseting av hitaloysnum og grannaatlit (Marius Müller, Tórshavnar kommuna)

Kl 11:00   Steðgur

Kl 11:25   Sólatlas – eitt amboð til øll sólorkuáhugað (Rasmus Poulsen, MSc í burðardyggum orkuskipanum)

Kl 11:40   Sólorka á tekjum og veggjum (Bengt Arne Storsveen, Solskifer og Haakon Fivelstad, Spilka Building Solutions)

·       Snøggar loysnir, ið sameina orku, byggitøkni og sniðgeving. (Bengt Arne Storsveen, Solskifer og Haakon Fivelstad, Spilka Building Solutions)

Kl 11.55   Gleðin við at framleiða egna orku. Sólorka á garasju (Ólavur Jóannesarson Hansen)

Kl 12:10   Miðmáli

Kl. 13:00  Fígging til orkuskifti (Katrin Á. Hansen, Føroya Banki)

Kl 13:15   Fíggjarligt frælsi við grønari orku (Cecilia Nolsøe Sørensen)

Kl 13:30   Elbilar – ein avbjóðing við møguleikum fyri elnetið (Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan)

Kl 13:45   Løðiloysnir kring landið (Uni Reinert Petersen, Sev)

Kl 14:00   Hetta lærdu vit. Samanumtøka við Bjørt Samuelsen og Una Arge.

Kl 14:05   Takk fyri hesuferð!

Bjørt Samuelsen og Uni Arge stýra ráðstevnuni

 

 

Fyri børn í Skálanum - leygardagin

10:00-14:20 Námsfrøðinganæmingar ansa børnum

10:45-11:15 Gyklarin Ásbjørn

13:15-13:45 Gyklarin Ásbjørn

Hoppiborgir eru i Skálanum

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

KÍ skal hava nýggjan venjara

9. oktober kl. 12:53

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF javnaði til 1-1 í yvirtíðini

24 minuttir síðan
Tíðindi

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

26 minuttir síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

45 minuttir síðan
Tíðindi

Tarira kemur heim við trimum virðislønum

52 minuttir síðan
Tíðindi

Trump lýs­ir orku­vápna­hvíld – Russ­land held­ur fram við álopum

1 tími síðan
Fótbóltur

Nú sær tað heilt svart út á Svangaskarði

1 tími síðan
Fótbóltur

Europa er aftur í eygsjón hjá B36

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 vann 2-1 á Argjum

2 tímar síðan
Tíðindi

14.000 vilja steðga laksa­al­ing í Seyðis­firði

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ vann 3-0 móti HB

2 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel vann og Füchse Berlin tapti

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF vann aftur við 11 málum

3 tímar síðan