info
Ongi úrslit

Gunnar er nýggjur liðformaður

Í kvøld fer føroyska liðið at minna nógv um tað, sum á heimavølli spældi 1-1 ímóti Kasakstan

Jóannes Hansen
2. oktober 2026 kl. 12:19

Klokkan 19.45 í kvøld verður seinni heimadysturin í hesum landsliðsumfarinum. Tað verður tá ið Føroyar fáa vitjan av Slovakia. Fjórði og síðsti dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin klokkan 15 í Kasakstan. Ferðalagið fer úr Vágum við rutuflogfari í morgin og so verður farið víðari úr Keypmannahavn við leiguflogfari.

Í Moldova vóru fimm broytingar millum teir fyrstu ellivu, tá ið sammett verður við liðið, sum spældi ímóti Kasakstan. Landsliðsvenjarin hevur sagt, at tað eisini í kvøld vera fleiri broytingar, tá ið sammett verður við liðið, sum spældi í Moldova. Tað kann væl fara at vísa seg, at liðið í kvøld fer at líkjast nógv tí, sum var á vøllinum frá fyrsta bríksli ímóti Kasakstan.

Tað vil siga, at Jóannes K. Danielsen og Martin Agnarsson aftur vera vongverjar, Géza Dávid Turi og Jóannes Bjartalíð vera sentralir miðvallarar, og í framrættaðu plássunum í borðunum vera Áki D. Samuelsen, sum av álvara hevur spælt seg inn í landsliðshitan, og Hanus Sørensen.

Um tað verður Adrian Justinussen ella Petur Knudsen, sum verður fremsti maður, er kanska eitt sindur ivasamt. Tað kann vera, at Jørgen Nielsen, sum í síni tíð á U-21 landsliðnum, tá ið Eyðun Klakstein og Atli Gregersen høvdu ábyrgdina har, fer at eiga onkran leiklut í kvøld. 22 ára gamli víkingurin hevur ikki enn verið á A-landsliðnum. Á U-21 landsliðnum skoraði hann í 11 dystum fimm mál.

Heilt víst er tað, at Andrias Edmundsson og Gunnar Vatnhamar vera miðverjar. Í Moldova var Odmar Færø á beinkinum, og Samuel Johansen Chukwudi var miðverji. Ímóti Kasakstan var Odmar Færø liðformaður, og tá var hann undan dystinum á tíðindafundinum saman við venjaranum. Í gjár var Gunnar Vatnhamar á tíðindafundinum saman við Eyðuni Klakstein. Hann var síðstu løtuna í Moldova liðformaður, eftir at Viljormur Davidsen var farin av vøllinum. Um Samuel Johansen Chukwudi í kvøld verður í miðverjuni, og bæði Odmar Færø og Viljormur Davidsen vera á beinkinum, so verður Gunnar Vatnhamar aftur í kvøld liðformaður.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

14 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

42 minuttir síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

1 tími síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

2 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

3 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Bilur rendi á viðfestisvogn á Argjum

5 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy mátti lúta fyri Berg­en í steypa­kapp­ingini

6 tímar síðan