Guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom, sigur í tíðindaskrivi, at hann hevur tikið avgerð um at ógylda 548 deyðadómar og ístaðin broyta dómarnir til lívlangt fongsul.
Gavin Newsom hevur leingi verið ímóti deyðarevsing.
- Eg havi gjørt av at brúka mín grundlógartryggjaða rætt til at broyta allar deyðadómar í Kalifornia til lívlangt fongsul - uttan møguleika fyri royndarleyslating.
Tað skrivar hann í opnum brævi, og hesa avgerð hevur hann tikið fáar mánaðir, áðrenn hann fer frá sum guvernørur.
Teir 548 deyðadómarnir í Kalifornia telja ein fjórðing av øllum deyðadómum í USA.
- Ríkisgóðkend dráp kunnu ikki sameinast við virðini hjá Kalifornia. Tey undirgrava okkara rættarskipan og skaða okkum øll, skrivar guvernørurin í opna brævinum.
Gavin Newsom undirbyggir sína avgerð við at siga, at deyðarevsing er moralskt "forkastilig", sum hann málber seg.
- Hesir brotsmenn skulu doyggja í fongsli, men ikki fyri okkara hond, sigur guvernørurin í Kalifornia.
