info
Ongi úrslit

Guvernørurin í Kalifornia ógyldar 548 deyðadómar

- Hesir brotsmenn skulu doyggja í fongsli, men ikki fyri okkara hond, sigur Gavin Newsom

Vilmund Jacobsen
6. november 2026 kl. 07:02

Guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom, sigur í tíðindaskrivi, at hann hevur tikið avgerð um at ógylda 548 deyðadómar og ístaðin broyta dómarnar til lívlangt fongsul.

Hetta veit The New York Times at siga.

Gavin Newsom hevur leingi verið ímóti deyðarevsing.

- Eg havi gjørt av at brúka mín grundlógartryggjaða rætt til at broyta allar deyðadómar í Kalifornia til lívlangt fongsul - uttan møguleika fyri royndarleyslating.

Tað skrivar hann í opnum brævi, og hesa avgerð hevur hann tikið fáar mánaðir, áðrenn hann fer frá sum guvernørur.

Teir 548 deyðadómarnir í Kalifornia telja ein fjórðing av øllum deyðadómum í USA.

- Ríkisgóðkend dráp kunnu ikki sameinast við virðini hjá Kalifornia. Tey undirgrava okkara rættarskipan og skaða okkum øll, skrivar guvernørurin í opna brævinum.

Gavin Newsom undirbyggir sína avgerð við at siga, at deyðarevsing er moralskt "forkastilig", sum hann málber seg.

- Hesir brotsmenn skulu doyggja í fongsli, men ikki fyri okkara hond, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

6,9 milliónir til frítíðarskúla og ítróttarhús í Runavík

15 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan minnir á endurskyn í morgunmyrkrinum

49 minuttir síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar koyrdu ov skjótt á Oyrareingjum

1 tími síðan
Tíðindi

Guvernørurin í Kalifornia ógyldar 548 deyðadómar

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Hanus skoraði og var valdur á vikuliðið

2 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Erling Erlendsson inn fyri Ísak Vedelsbøl

8 tímar síðan
Tíðindi

Langabbasonur William Heinesen við fyrstu heildaútgávu síni

9 tímar síðan
Tíðindi

Føroysk bók vinnur amerikanska virðisløn

9 tímar síðan
Tíðindi

Sjokuláta og jóla­kal­end­ar­ar tikn­ir aft­ur eft­ir frá­boð­an­ir um sjúku

10 tímar síðan
Tíðindi

Kastrup stevnir móti metári

11 tímar síðan
Hondbóltur

Jana avrikaði væl móti donsku meistarunum

11 tímar síðan
Tíðindi

Ravsøgn útgeva nýtt staklag um kópakonuna

11 tímar síðan