Liðið hjá Janu Mittún, Viborg hevði torføra uppgáva á heimavølli móti verand donsku meistarunum, Esbjerg sum er fremst í deildini.
Dysturin á BIOCIRC Arena í Viborg endaði við 34-27 sigri til Esbjerg, ið var á odda 16-14 í steðginum.
Jana avrikaði væl. Hon skoraði fimm mál upp á seks málroyndir, og so legði hon eisini upp til trý mál.
Viborg er nummar seks í deildini við níggju stigum. Esbjerg er fremst í deildini við 18 stigum fyri níggju dystir.
Komandi mikudag klokkan 17.30 hevur Viborg dyst á útivølli móti HØJ.