Hetta er ein av størstu einstøku íløgunum í uppskotinum til fíggjarætlan fyri næsta ár.
Í alt ætlar kommunan at brúka 48,5 milliónir krónur til íløgur.
Millum aðrar verkætlanir eru 3,5 milliónir krónur til vatnverk, 3,5 milliónir til Fjøruvegin og 3,5 milliónir til rampu, bryggju og umvælingar í Runavíkar Havn.
Eisini eru 1,7 milliónir settar av til fyrireiking av skúlabygging á Glyvrum og 1,5 milliónir til spælipláss við Skúlan við Løkin.
Fíggjarætlanin varð samtykt við fyrstu viðgerð í gjár og kemur til endaliga viðgerð seinni í mánaðinum.