info
Ongi úrslit

Sjokuláta og jóla­kal­end­ar­ar tikn­ir aft­ur eft­ir frá­boð­an­ir um sjúku

Box The Original tekur fleiri vørur aftur, eftir at viðskiftafólk hava boðað frá magatrupulleikum.

Eirikur Lindenskov
5. november 2026 kl. 22:15

Fyritøkan Box The Original tekur fleiri sjokulátuvørur við hindberjasmaki aftur. Orsøkin er fráboðanir frá viðskiftafólkum, sum eru vorðin sjúk við magatrupulleikum.

Tað upplýsir fyritøkan í einum tíðindaskrivi sambært Ritzau.

Afturtøkan fevnir um hindberjavørur við best-fyri-dagfesting millum 9. juli og 9. august 2027. Harumframt verða allir jólakalendarar hjá fyritøkuni tiknir aftur, uttan mun til dagfesting.

Millum vørunøvnini eru Raspberry, Dark Raspberry og Crunchy Raspberry.

Vørurnar eru seldar umvegis nethandil og serhandlar, millum annað Bahne. Viðskiftafólk, sum hava keypt beinleiðis í nethandlinum, hava fingið boð.

Tey, sum hava keypt vørurnar í vanligum handlum, verða biðin um at lata tær aftur har, tær eru keyptar, og fáa peningin aftur.

Fyritøkan hevur sett seg í samband við danska Fødevarestyrelsen og veitaran av hindberjapulvuri fyri at finna orsøkina.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

23 tímar síðan

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Føroysk bók vinnur amerikanska virðisløn

25 minuttir síðan
Tíðindi

Kastrup stevnir móti metári

1 tími síðan
Hondbóltur

Jana avrikaði væl móti donsku meistarunum

1 tími síðan
Tíðindi

Ravsøgn útgeva nýtt staklag um kópakonuna

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Stjørnan vann á Kyndli í bólki 1

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroysk dansilist partur av altjóða pallseting í Taivan

2 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðir byggja 37 nýggj­ar í­búð­ir við Vill­ing­a­dals­vegin

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Ungarn vann stórsigur á Montenegro í okkara bólki

2 tímar síðan
Tíðindi

Heðin Ziska Davidsen framførir tónleikin úr verkinum RIVA – Kanska ein bygd

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki legði upp til mál tá Mjällby vann á Borac Banja Luka

3 tímar síðan
Tíðindi

Bretar hækka rentuna fyri fyrstu ferð í trý ár

3 tímar síðan