info
Ongi úrslit
© Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix
26,1 millión ferðafólk hava ferðast um Keypmannahavnar Floghavn fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Tað er sjey prosent fleiri enn í fjør.

Kastrup stevnir móti metári

26,1 millión ferðafólk hava ferðast um Keypmannahavnar Floghavn fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Tað er sjey prosent fleiri enn í fjør.

Eirikur Lindenskov
5. november 2026 kl. 21:44

Fleiri ferðafólk geva størri umsetning og avlop hjá Københavns Lufthavne, sum rekur flogvallirnar í Keypmannahavn og Roskilde.

Roknskapurin, sum varð lagdur fram hósdagin, vísir ein umsetning upp á 4,5 milliardir krónur fyrstu níggju mánaðirnar. Tað er 8,7 prosent meira enn somu tíð í fjør.

Avlopið eftir skatt var 1,24 milliardir krónur, skrivar Ritzau.

Vøksturin kemur millum annað av, at flogfeløg hava stovnað nýggjar rutur og sett fleiri fráferðir inn á verandi rutum.

Serliga talið av ferðafólkum, sum skifta flogfar í Keypmannahavn, er vaksið. Har er vøksturin 24 prosent.

Stjórin, Christian Poulsen, sigur, at framgongdin gevur grundarlag fyri íløgum í flogvøllin og betri plássi til ferðafólkini.

Hann vísir tó á, at vøksturin er viknaður nakað seinastu mánaðirnar.

Keypmannahavnar Floghavn væntar framvegis umleið 34,5 milliónir ferðafólk í 2026, sum sostatt kann gerast eitt metár.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

23 tímar síðan

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Føroysk bók vinnur amerikanska virðisløn

26 minuttir síðan
Tíðindi

Sjokuláta og jóla­kal­end­ar­ar tikn­ir aft­ur eft­ir frá­boð­an­ir um sjúku

56 minuttir síðan
Hondbóltur

Jana avrikaði væl móti donsku meistarunum

1 tími síðan
Tíðindi

Ravsøgn útgeva nýtt staklag um kópakonuna

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Stjørnan vann á Kyndli í bólki 1

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroysk dansilist partur av altjóða pallseting í Taivan

2 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðir byggja 37 nýggj­ar í­búð­ir við Vill­ing­a­dals­vegin

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Ungarn vann stórsigur á Montenegro í okkara bólki

2 tímar síðan
Tíðindi

Heðin Ziska Davidsen framførir tónleikin úr verkinum RIVA – Kanska ein bygd

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki legði upp til mál tá Mjällby vann á Borac Banja Luka

3 tímar síðan
Tíðindi

Bretar hækka rentuna fyri fyrstu ferð í trý ár

3 tímar síðan