Farna leygardag skoraði Hanus fyrsta málið hetta kappingarárið fyri Aluminij í bestu slovensku fótbóltsdeildini.
Hetta hendi farna Leygardag, tá Aluminij á heimavølli vann stórsigur, 5-0 á Radomlje.
Stutt undan steðginum økti Hanus úr stuttari frástøðu til støðuna 2-0.
Góða leikliga avrikið hjá Hanusi hevur ført til, at Hanus er valdur á vikuliðið fyri 14. umfar.