info
Ongi úrslit

Langabbasonur William Heinesen við fyrstu heildaútgávu síni

Dagfinn Olsen
5. november 2026 kl. 23:23

Tað hevur tikið A. Kase nøkur ár at koma higar. Tankarnir um, hvussu ein debutútgáva undir egnum navni skuldi ljóða, hava broytt seg á leiðini. Men nú er hon her: All Is Well, fyrsta útgávan hjá A. Kase sum soloartistur.

«All Is Well er úrslitið av øllum tímunum í upptøkuhølunum við mínum egnu og øðrum verkætlanum og endaleysari lurtan eftir tónleiki, sum rakar meg. Eitt, sum eg tíðliga gjørdi av við meg sjálvan, var, at eg skuldi gera hetta einsamallur, so langt tað bar til. Eg eri ofta einsamallur í upptøkuhølunum, og eg havi ásannað, at tá tori eg at kanna tær eitt sindur meira ørvitisku hugskotini», greiðir hann sjálvur frá.

Hjá A. Kase hevur tað at vera einsamallur í upptøkuhølunum víst seg at vera eitt skapandi frælsi.

Úrslitið er ein útgáva, sum ber brá av einum tónlistafólki, ið hevur funnið seg til rættis í sínum egna tónleikaliga alheimi, lítur á sítt egna innlit og ikki er bangið fyri at fara nakrar krókaleiðir á leiðini.

Heitini á løgunum geva ábendingar um, hvat bíðar. Second Guessing, Woke Up Alone, I'm Fine og Moving Onward peika á iva, einsemi og royndir at koma víðari. Heitislagið, All Is Well, kann næstan lesast sum ein samandráttur av hesi støðuni. Tí er tað ikki neyðturviliga soleiðis, at alt er, sum tað skal vera, hóast ein kanska kundi ynskt sær tað.

Tónleikaliga er All Is Well ein útgáva, sum hevur føturnar trygt plantaðar í eini melodiskum heimi. Tíðleysur sangskrivingarháttur møtir einari skeivari og leikandi framleiðslu, við greiðum ábendingum til solopláturnar hjá Paul McCartney, Chris Cohen, Ty Segall og Andy Shauf.

Ein kensla av einsemi gongur eisini aftur í stórum parti av tónleikinum, ikki neyðturviliga sum nakað myrkt, men heldur sum eitt rúm, har tað ber til at hvørva eina løtu.

Við tí beinleiðis og serstaka háttinum, sum Aldous Harding og Julia Jacklin skriva upp á, í huga, er A. Kase farin inn í eitt meira persónligt og viðkvæmt tekstligt øki. Her snýr tað seg um tøtt sambond, óvissu, frástøðu og alt tað, ein roynir at skilja, bæði við sær sjálvum og øðrum.

At ein gamal dreymur nú verður veruleiki, hevur heldur ikki einki at siga.

«Helt síðani eg byrjaði at spæla í bólki sum unglingur, havi eg ímyndað mær at geva eina útgávu út undir egnum navni. Tankarnir um, hvussu henda útgávan skuldi ljóða og kennast, eru sjálvandi broyttir hesi árini, men eg haldi, at hon er endað á einum góðum stað og kom út røttu tíðina», sigur hann.

Við All Is Well leggur A. Kase fram eina útgávu, sum bæði hyggur aftur- og frameftir. Hon er úrslitið av mongum árum við tónlistarligum forvitni, óteljandi tímum við tónleiki og einum góðum skammti av hugi til at kanna nýggjar leiðir.

Alt er kanska ikki altíð heilt, sum tað skal vera. Men júst nú er útgávan í øllum førum tað.

Andreas Kase er langabbasonur skaldið, William Heinesen.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

EM: Erling Erlendsson inn fyri Ísak Vedelsbøl

56 minuttir síðan
Tíðindi

Føroysk bók vinnur amerikanska virðisløn

2 tímar síðan
Tíðindi

Sjokuláta og jóla­kal­end­ar­ar tikn­ir aft­ur eft­ir frá­boð­an­ir um sjúku

2 tímar síðan
Tíðindi

Kastrup stevnir móti metári

3 tímar síðan
Hondbóltur

Jana avrikaði væl móti donsku meistarunum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ravsøgn útgeva nýtt staklag um kópakonuna

3 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Stjørnan vann á Kyndli í bólki 1

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroysk dansilist partur av altjóða pallseting í Taivan

4 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðir byggja 37 nýggj­ar í­búð­ir við Vill­ing­a­dals­vegin

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Ungarn vann stórsigur á Montenegro í okkara bólki

4 tímar síðan
Tíðindi

Heðin Ziska Davidsen framførir tónleikin úr verkinum RIVA – Kanska ein bygd

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5 tímar síðan