Vilhelm Poulsen og liðfelagar hansara í Hannover-Burgdorf kunnu veruliga iðra seg í kvøld.
Á heimavølli í ZAG Arena í Hannover vóru teir í dysti í týsku bundesliguni eitt skiftið á odda 27-21 móti Stuttgart, og tá hálvurannar minuttur var eftir av dystinum var Hannover-Burgdorf á odda 34-32. Men teir megnaðu ikki at taka av, og so lá bara eitt stig eftir í Hannover.
Vilhelm hevði ein málmøguleika og hann setti hann í netið. Vilhelm legði eisini upp til eitt mál. Vilhelm tók nógv tøk í verjuni, og hann fekk eisini tríggjar útvísingar. Klokkan vísti 57:20, tá Vilhelm fekk reyða kortið. Vilhelm leikti annars, sambært hagtølunum í 33 minuttir í kvøld.
Hannover-Burgdorf er nummar níggju í deildini við 13 stigum fyri 13 dystir. Hetta var triði javnleikurin hjá Hannover-Burgdorf í hesum kappingarárinum.
Sunnudagin klokkan 14 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst á útivølli móti Göppingen.
Sama dag klokkan 17 hava Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel dyst á heimavølli móti HSG Wetzlar.