Gongdin er tung hjá liðnum hjá Tróndi Mikkelsen og Leivi Mortensen, HF Karlskrona í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Í fýra teimum seinastu dystunum hevur Karlskrona bert megnað at tryggja sær eitt stig.
Í kvøld tapti Karlskrona á útivølli greitt 22-28 fyri OV Helsingborg. Heimaliðið var greitt á odda 19-11 í steðginum.
Tróndur skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir, og hann legði upp til tvey mál.
HF Karlskrona er fjórðaftast í deildini við sjey stigum.
Skövde megnaði uttan Paula Jacobsen á útivølli at vinna 36-27 (18-13) á Hallby.
Skövde er nummar fimm í deildini við 14 stigum. Alingsås og Malmö eru fremst í deildini við 16 stigum. Ystad og Sävehof hava 15 stig hvør, so tað er sera javnt í oddinum.