NSÍ skrivar, at Kevin Knappen er ein royndur og vælútbúgvin venjari við UEFA Pro Licence og drúgvum royndum úr norskum fótbólti.
Í venjarayrki sínum hevur hann millum annað staðið á odda fyri Elverum, Brumunddal, HamKam, Hødd og Bryne FK.
Knappen hevur fleiri ferðir prógvað síni evni at byggja upp sterk lið og skapa góð úrslit. Hann hevur millum annað staðið á odda fyri HamKam, tá ið felagið flutti upp í OBOS-ligaen í 2017, og fyri Hødd, sum vann sína deild í 2021.
Serliga merkisvert er arbeiðið hjá honum í Bryne FK, har hann í 2024 førdi felagið upp í bestu norsku deildina, Eliteserien, fyri fyrstu ferð í 21 ár. Fyri hetta avrik varð hann eisini kosin ársins venjari í OBOS-ligaen í 2024.
Sum venjari er Kevin Knappen kendur fyri sín álopssinnaða fótbólt, høga trýstið og ein sterkan liðanda. Hann leggur stóran dent á arbeiðssemi, felagsskap og eina greiða taktiska ætlan.
Við Kevin Knappen á odda fer NSÍ nú undir ein nýggjan kapittul. Eftir eitt søguligt kappingarár í 2026, har felagið vann føroyameistaraheitið og skrivaði søgu í evropeiskum fótbólti, eru málini framvegis høg.
NSÍ fegnast um at hava fingið ein venjara við so drúgvum royndum og góðum úrslitum til felagið. Við einum 2 ára sáttmála er grundarlag lagt fyri at menna liðið víðari og byggja oman á góðu úrslitini frá 2026.
Vit ynskja Kevin hjartaliga vælkomnan til Runavíkar og bestu eydnu við arbeiðinum við Løkin.
Vælkomin til NSÍ, Kevin, skrivar felagið.