Fótbólturin í Føroyum er farin í vetrarfrí, men kortini eru feløgini við at fyrireika seg til komandi kappingarár.
FC Suðuroy spælir í Meistaradeildini í 2027, og felagið hevur í ár spælt við sera nógvum lokalum ungum leikarum, og tað eru júst teir ungu leikararnir, ið hava serligt fokus í FC Suðuroy.
Í hesum sambandi hevur høvuðsungdómsvenjarin í FC Suðuroy, Finn Johannessen, seinastu dagarnar vitjað í Everton. Samband hevur í fleiri ár verið millum Finn, sum hevur verið venjari í mong ár, og fólk í og kring Everton, og tað er tað framvegis.
Tað er hjálparvenjarin á Premier Leauge liðnum hjá Everton, Alan Irvine, ið hevur tilrættarlagt vitjanina hjá Finn, har hann hevur prátað við Alan um arbeiðið, ið FC Suðuroy hevur gjørt seinastu árini, og tær royndir Alan hevur, ið kunnu viðvirka til framvegis at menna ungdómin hjá FC Suðuroy.
Alan Irvine vitjaði suðuri í Vági fyri góðum 5 árum síðani, har hann vandi og vegleiddi leikarar og venjarar, umframt at hann eisini deildi út av sínum drúgvu royndum, bæði á ungdómsstøðið har hann millum annað var stjóri fyri akademiið hjá Everton við vaksnum leikarum, har hann serliga hevur arbeitt í Everton, West Ham og eisini á Skotska landsliðnum.
Á vitjanini hevur Finn eisini vitjað Finch Farm, ið er miðdepilin fyri venjingina fyri øll Everton liðini og her fylgdi hann venjing hjá U18 hópinum, umframt, at hann eisini tosaði við høvðusvenjaran fyri allan ungdómin um, hvussu tey hava sett sær mál, nýta nútímanstøkni og samrøður til at betra um venjarahópin, leiklutir venjarans, og eisini hvussu teir fylgja við hvussu einstaki leikarin betrar seg.
Túrurin endaði við, at Finn bleiv bjóðaður á nýggja leikvøllin hjá Everton, Hill Dickinson Stadium, har Everton tók ímóti Coventry og fekk ein 3-1 sigur í hús. Nevnast kann, at bestu plássini vóru avløgd til vitjanina, har borðreitt var við góðum mati í hølum, ið vóru til fyrrverandi leikarar og leiðslu, og tá ið dagurin endaði, fekk Finn eitt stutt prát við, Graham Stuart, fyrrverandi leikara og nú umboðsmann fyri Everton, og stjóran í Everton, Angus Kinnear, har hann fekk takka fyri góðu móttøkuna.
Við hesi vitjan vónar FC Suðuroy og høvðusungdómsvenjarin Finn Johannessen, at felagið framhaldandi kann betra um venjingarumhvørvið á Eiðinum í Vági, og geva ungdóminum góðar og hóskandi avbjóðingar, ið koma at gagna ungdóminum og føroyskum fótbólti í framtíðini, skrivar FC Suðuroy í tíðindaskrivi.


