Vit hoyra javnan um langar bíðilistar í føroyska heilsuverkinum. Men aftan fyri hesi tølini eru menniskju, børn, foreldur og familjur, sum bíða eftir at fáa svar upp á, hví gerandisdagurin kann vera so trupul.
Sambært tølunum, sum hava verið frammi, bíða 293 børn og ung í barna- og ungdómspsykiatriini, meðan 811 vaksin bíða eftir ADHD-útgreining. Hetta eru tilsamans 1.104 fólk á hesum báðum bíðilistunum.
Hetta eru ikki bara tøl á einum pappíri. Hetta eru menniskju, sum kunnu ganga í fleiri ár uttan at vita, hví tey stríðast við ávísar avbjóðingar í lívinum.
Hvat kostar tað – og hvat kostar tað ikki at gera nakað?
Um ein vaksin fer privat at verða útgreinaður fyri bæði ADHD og autismu, kann kostnaðurin koma upp á fleiri tíggjutúsund krónur. Eitt dømi úr Danmark vísir, at ein slík útgreining kann kosta umleið 30.000–40.000 krónur.
Hjá tí almenna er útgreiningin sjálvandi ikki ókeypis. Hon krevur tíð og arbeiði frá psykiatri, sálarfrøðingum og øðrum fakfólki.
Eitt varligt met er, at ein almenn útgreining av einum vaksnum kann kosta landskassanum umleið 20.000–35.000 krónur. Hjá børnum kann kostnaðurin liggja um 23.000–37.000 krónur.
Hetta eru met, ikki almennir føroyskir takstir.
Men vit mugu eisini spyrja: Hvat kostar tað samfelagnum, tá fólk ikki fáa hjálp í rættari tíð?
Ein útgreining kann broyta eitt lív
Taka vit eitt dømi við einum persóni við ADHD.
Kanningar benda á, at ein røtt og tíðlig diagnosa, saman við hóskandi hjálp og stuðli, kann betra munandi um lívsgóðskuna.
Ein persónur, sum ikki verður útgreinaður fyrr enn seint í lívinum, kann hava stríðst í nógv ár við skúlagongd, útbúgving, arbeiði, fíggjarviðurskifti og sosialum sambondum.
Tá ið hjálpin kemur ov seint, kann persónurin longu hava fingið trupulleikar, sum krevja nógv størri stuðul frá samfelagnum.
Tí eiga vit ikki bara at hyggja at, hvat ein útgreining kostar. Vit eiga eisini at hyggja at, hvat tað kostar ikki at útgreina og hjálpa fólki í rættari tíð.
Hvussu kunnu vit tvífalda talið?
Eg skilji væl, at samgongan skal raðfesta, og at pengar verða settir av har, sum mett verður, at tørvurin er størstur.
Men tað hjálpir ikki teimum, sum bíða, um støðan stendur í stað.
Um vit í dag útgreina umleið 100 fólk um árið, hvussu kunnu vit so fáa talið upp á 200?
Er tað starvsfólkatrot? Er tað vantandi fígging? Er tað skipanin, sum ikki er nóg væl skipað?
Vit eiga at fáa greið svar.
Eg haldi, at vit eiga at seta okkum eitt ítøkiligt mál um at tvífalda talið av útgreiningum og samstundis arbeiða miðvíst við at stytta bíðilistarnar.
Politiskar raðfestingar hava avleiðingar
Eg kann heldur ikki lata vera við at taka tann politiska partin við.
Sambandsflokkurin hevur leingi ført fram, at vit ikki áttu at minka blokkin úr Danmark. Um vit høvdu lurtað eftir hesum sjónarmiðinum, høvdu vit havt størri fíggjarligt rásarúm í føroyska samfelagnum í dag.
Men loysingarflokkarnir vildu minka blokkin, og nú sita vit her.
Sjálvandi kann eingin siga við vissu, at júst hesir pengarnir høvdu farið til psykiatriina. Men tað broytir ikki, at politiskar raðfestingar hava avleiðingar.
Tá vit velja at minka um inntøkurnar hjá landskassanum, mugu vit eisini taka ábyrgd av, hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri okkara vælferð.
Tað er lætt at tosa um loysing og sjálvstýri, men vit mugu eisini tryggja, at okkara borgarar fáa neyðugu hjálpina her og nú.
Vit kunnu ikki bara tosa um bíðilistarnar. Vit mugu gera nakað við teir.
Vh.
Martin Drangberg