info
Ongi úrslit

Gýtingarfríð­ing­in á Føroya­banka kann broyt­ast frá ári til ár

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at gýtingarfríðingin á Føroyabanka kann verða ymisk frá ári til ár. Endamálið er at verja toskastovnin, og tí verður fríðingartíðin løgd soleiðis, at hon samsvarar við gýtingina hjá toskinum.

Eirikur Lindenskov
9. november 2026 kl. 15:58

Tað er ikki ásett, at gýtingarfríðingin á Føroyabanka altíð skal byrja og enda somu dagar.

Tað staðfestir Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í svari til ein § 52a-fyrispurning frá Sámali Peturi í Grund, løgtingsmanni fyri Sjálvstýri.

Sámal Petur í Grund hevur spurt, hví Føroyabanki verður stongdur fyri allari veiðu frá 1. januar til 15. mai, tá gýtingin hjá toskinum vanliga ikki byrjar fyrr enn seinni á árinum.

Hann hevur eisini spurt, um fríðingin kann hava avleiðingar fyri aðrar fiskivinnur, og um ætlanir eru um at broyta skipanina.

Fríðingin kann byrja í februar

Í svarinum vísir landsstýrismaðurin á, at sambært galdandi kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum er Føroyabanki friðaður fyri øllum veiðihættum frá 15. februar til 15. mai.

Áðrenn 2024 var gýtingarfríðingin frá 1. mars til 1. mai. Eftir tilmæli frá Havstovuni varð tíðarskeiðið longt í 2024, so fríðingin tá var frá 15. februar til 15. mai.

Landsstýrismaðurin sigur, at gýtingarfriðingin hjá toski á Føroyabanka kann vera ymisk millum árini, men at mesta gýtingin er frá hálvum mars til hálvan apríl.

Kanningar vísa eisini, at gýtingin seinastu árini hevur verið nakað seinni enn undanfarin ár.

Skal verja toskastovnin

Endamálið við gýtingarfríðingini er at verja toskastovnin á Føroyabanka, so hann fær frið at ferðast til og frá gýtingarøkinum og fær frið í sjálvari gýtingini.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at ongar ætlanir eru um at broyta gýtingarfríðingina í løtuni.

Hann leggur tó dent á, at tað hevur týdning at fylgja væl við gongdini og í samráð við Havstovuna laga tíðarskeiðið fyri fríðingini, so tað samsvarar við gýtingina hjá toskinum.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Uppskotið um at herða fost­ur­tøku­lóg­ina fall á tingi

1 minuttur síðan
Lesarabrøv

Anna Falkenberg vil hava løg­mála­ráð­harr­an í sam­ráð um Bakka­frostmálið

11 minuttir síðan
Tíðindi

Sandoy Smíð byggir raðhús á Sandi

25 minuttir síðan
Tíðindi

Avdúka gátuna á rúnasteininum

37 minuttir síðan
Tíðindi

Fara helst at fella upp­skotið um broyt­ing­ar í fostur­tøku­lógini

48 minuttir síðan
Tíðindi

Russland avmark­ar sølu av ben­sini og die­sel eftir ukra­insk álop

1 tími síðan
Tíðindi

Starvsfólk á kjarnorkuverki í Ukraina dripið í dronuálopi

1 tími síðan
Tíðindi

Fosturtøku­málið býtti bæði sam­gongu og and­støðu

2 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlendska bókmentavikan fer av bakkastokki í dag

2 tímar síðan
Tíðindi

Oktober var heit­asti ok­tob­er mán­að­ur nakr­an­tíð máldur

3 tímar síðan
Tíðindi

EM-hópurin er úttikin

3 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í russiskum oljureinsiverki nærindis Sankta Pætursborg

3 tímar síðan