info
Ongi úrslit
Tað bar ikki á mál hjá Steffan Klein Poulsen og Miðflokkinum at fáa gjørt herðingar í nýggju fosturtøkulógini. Uppskotið fall ið 18 atkvøðum ímóti 15.

Uppskotið um at herða fost­ur­tøku­lóg­ina fall á tingi

Løgtingið hevur fyri løtu síðani felt uppskotið um at gera skerpingar í fosturtøkulógini. Tað varð felt við atkvøðunum 18 móti 13.

Eirikur Lindenskov
9. november 2026 kl. 16:03

Uppskotið hjá Miðflokkinum um at broyta fosturtøkulógina er fallið á tingi.

Við atkvøðunum 18 móti 13 feldi Løgtingið fyri løtu síðani uppskotið, sum millum annað skuldi seta krav um ráðgeving og umhugsanartíð, áðrenn ein kvinna tekur endaliga avgerð um fosturtøku.

Sum vit áður hava skrivað, skuldi kvinnan eisini fáa í boði eina ultraljóðskanning í hesum tíðarskeiðinum.

Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, legði uppskotið fram. Tað var til fyrstu viðgerð 24. september og varð síðani beint í rættarnevndina.

Nevndin fekk longda freist til 4. november at lata álit, men einki álit kom innan freistina.

Hervør Pálsdóttir, sum sjálv er limur í rættarnevndini, bað tí um at fáa málið aftur í tingsalin, so tingviðgerðin kundi halda fram, hóast einki álit var latið.

Løgtingið hevur viðgjørt málið síðani klokkan 13, og beint fyri klokkan 16 fall tað endaliga við 2. viðgerð í Løgtinginum.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Gýtingarfríð­ing­in á Føroya­banka kann broyt­ast frá ári til ár

15 minuttir síðan
Lesarabrøv

Anna Falkenberg vil hava løg­mála­ráð­harr­an í sam­ráð um Bakka­frostmálið

20 minuttir síðan
Tíðindi

Sandoy Smíð byggir raðhús á Sandi

34 minuttir síðan
Tíðindi

Avdúka gátuna á rúnasteininum

46 minuttir síðan
Tíðindi

Fara helst at fella upp­skotið um broyt­ing­ar í fostur­tøku­lógini

57 minuttir síðan
Tíðindi

Russland avmark­ar sølu av ben­sini og die­sel eftir ukra­insk álop

1 tími síðan
Tíðindi

Starvsfólk á kjarnorkuverki í Ukraina dripið í dronuálopi

1 tími síðan
Tíðindi

Fosturtøku­málið býtti bæði sam­gongu og and­støðu

2 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlendska bókmentavikan fer av bakkastokki í dag

2 tímar síðan
Tíðindi

Oktober var heit­asti ok­tob­er mán­að­ur nakr­an­tíð máldur

3 tímar síðan
Tíðindi

EM-hópurin er úttikin

3 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í russiskum oljureinsiverki nærindis Sankta Pætursborg

3 tímar síðan