Tíðindaskriv:
Við nýggja felagnum fáa fólk við lungnasjúkum og teirra avvarðandi eitt stað at hittast og deila royndir. Felagið fer at skipa fyri tiltøkum og kunnandi fyrilestrum og arbeiða fyri betri korum hjá fólki við lungnasjúkum í Føroyum.
Jóhan E. Simonsen stýrdi stovnandi aðalfundinum. Á fundinum vórðu nevnd, tiltakslimir og grannskoðari vald. Nevndin skipaði seg beint eftir valið.
Fríðrikur Bláhamar er formaður, Ingvør Nolsøe er næstforfólk, Petra Mortansdóttir Bláhamar er skrivari, Henrik Nicolaisen er peningarøkil, og Joan Dam er nevndarlimur.
Martin Dam og Brynhild Bláhamar eru tiltakslimir. Karl Marius Dahl er grannskoðari.