info
Ongi úrslit

Sambandið vil ikki ofra ríkis­fel­ags­skap­in fyri IOC-limaskapi

Flokkurin vil hava føroysk ítróttafólk við til OL undir egnum flaggi og vil samstarva við hinar flokkarnar um eina loysn innan fyri ríkisfelagsskapin

Eirikur Lindenskov
20. november 2026 kl. 08:56

Sambandsflokkurin ger greitt í tíðindaskrivi í morgun, at flokkurin ikki vil seta IOC-limaskap »upp ímóti loysing«.

Tað sigur Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi, hann hevur sent fjølmiðlunum í morgun:

Tað er sera harmiligt, at IOC framvegis ikki vil viðurkenna Føroyar sum sjálvstøðuga olympiska tjóð. Føroysk ítróttafólk hava ferð eftir ferð prógvað, at tey hoyra heima millum heimsins bestu, og tey eiga sjálvsagt eisini at fáa møguleikan at kappast á olympiska pallinum.

Sambandsflokkurin hevur áhaldandi arbeitt fyri føroyskum IOC-limaskapi, og okkara støða hevur altíð verið greið. Vit vilja hava Føroyar við á olympiska pallin undir egnum flaggi. Hetta er eisini endurspeglað í samgonguskjalinum. Men fyri okkum hevur málið altíð verið at tryggja føroyskum ítróttafólkum olympiska luttøku – ikki at brúka ítróttin sum amboð í einum ríkisrættarligum stríði.

Løgmaður leggur í tíðindaskrivi dent á orðingarnar í føroyska samgonguskjalinum, og at hann ynskir at finna eina loysn saman við øllum politisku flokkunum. Tað fegnast vit um, og Sambandsflokkurin er sjálvsagt til reiðar at taka lut í einum slíkum samstarvi.

Men samstundis er neyðugt at skilja ímillum ynskið um IOC-limaskap og spurningin um ríkisrættarligu støðu Føroya.

Lesið eisini: Kaj Leo um OL-málið: Eg royndi men ikki nóg mikið

Allar politiskar skipanir hava sínar fyrimunir og vansar. Tað hevur ríkisfelagsskapurin eisini. Men spurningurin er, um vit eru sinnað at seta allar teir mongu fyrimunirnar við ríkisfelagsskapinum upp á spæl fyri at fáa limaskap í IOC.

Vit kunnu ikki seta IOC limaskap upp ímóti at skulu loysa Føroyar frá Ríkisfelagsskapinum.

Lesið eisini: IOC letur ikki hurðina upp fyri ÍSF

Vit eiga heldur at standa saman um at finna eina loysn, sum tryggjar føroyskum ítróttafólkum møguleikan at luttaka á olympiska pallinum, uttan at vit samstundis noyðast at gera upp við ríkisfelagsskapin.

Sambandsflokkurin er til reiðar at taka ábyrgd og arbeiða saman við hinum flokkunum, føroyskum og donskum myndugleikum og ÍSF fyri at røkka hesum máli.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Í gjár kl. 18:14

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

Í gjár kl. 14:27

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Koltursætlanin dýrkað 50 milliónir krónur

54 minuttir síðan
Tíðindi

Seglbátur fekk motorsteðg á veg inn á Sørvág

1 tími síðan
Tíðindi

Norsk kvinna vann 283 milliónir í Eurojackpot

1 tími síðan
Tíðindi

36 brot á ferðslu­lóg­ina í Suðuroy

1 tími síðan
Tíðindi

Forsetin í El Salvador stillar uppaftur

2 tímar síðan
Hondbóltur

Viborg skal til Ungarn, Kroatia og Noregs

2 tímar síðan
Tíðindi

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

8 tímar síðan
Fótbóltur

Dimma: David Nielsen og Ole Kevin Knappen upp á tal í NSÍ

9 tímar síðan
Lesarabrøv

Der er et yndigt land 🇩🇰

9 tímar síðan
Tíðindi

NAZA Ein av týdningarmestu filmum í okkara tíð

9 tímar síðan
Tíðindi

Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum vitjar í Suðuroynni

10 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður kallar flokkarnar á fund eftir IOC-boðini

10 tímar síðan