Ein seglbátur fekk motorsteðg á veg inn á Sørvág hóskvøldið og rak eina løtu. Bjargingarbáturin Sverri sleipaði bátin inn á Sørvág, og tey, sum vóru umborð, komu trygt í land, sigur løgreglan.
Hósmorgunin fekk løgreglan eisini boð um eina møguliga grind út fyri Kollafjørð. Tað vísti seg at vera ein flokkur av nísum.