Ætlaða verkfallið hjá flogskiparum hjá Icelandair, sum skuldi byrja á midnátt í nátt, er útsett til 10. desember klokkan 00.01 íslendska tíð.
Tað boðaði Icelandair frá í gjárkvøldið, eftir at felagið og íslendska flogskiparafelagið FÍA høvdu verið á fundi hjá ríkissáttasemjaranum.
Partarnir samdust um eitt grundarlag fyri at halda fram við samráðingunum. Enn er eingin endalig semja gjørd.
Icelandair flýgur vanliga tríggjar ferðir um vikuna millum Keflavík og Vágar. Verkfalsfráboðanin fevndi um ávísa leiguflúgving hjá felagnum. Vanliga rutuflúgvingin til og úr Føroyum var sostatt heldur ikki fevnd av upprunaligu fráboðanini.