info
Ongi úrslit

Sosiala deild út at leiga fyri 1,9 milliónir um árið

Tórshavnar býráð samtykti við 11 atkvøðum fyri og tveimum ímóti at yvirtaka leigusáttmálan hjá Landsverki. Sosiala deild og Barnaverndartænastan hava ov lítið pláss í gamla posthúsinum.

Eirikur Lindenskov
20. november 2026 kl. 10:31

Sosiala deild og Barnaverndartænastan hjá Tórshavnar kommunu skulu flyta úr gamla posthúsinum á Vaglinum í størri høli Yviri við Strond 17. Tað samtykti býráðið hóskvøldið.

Ársleigan er 1.920.589 krónur. Kommunan yvirtekur leigusáttmálan hjá Landsverki fyri bygningin fram til 1. februar 2033. Endaliga avtalan er treytað av góðkenning frá Vinnumálaráðnum, kommununi og útleigaranum.

Ov trongt í gamla posthúsinum

Tey 35 starvsfólkini hava í dag 594 fermetrar til taks, ella umleið 17 fermetrar í part. Umsitingin metir, at deildin hevur tørv á umleið 280 fermetrum afturat. Í málslýsingini verður millum annað víst á tørvin á hølum til samrøður við børn og familjur í viðkvæmum støðum.

Leigumálið Yviri við Strond fevnir um umleið 1.195 fermetrar. Hølini eru nýliga umvæld til Landsverk, men smærri broytingar skulu gerast í innrættingini, so hon hóskar til arbeiðið hjá deildini. Kommunan skal eisini yvirtaka partar av innbúgvinum, og prísurin fyri tað verður avtalaður fyri seg.

Tveir atkvøddu ímóti

Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen atkvøddu ímóti. Tróndur Sigurðsson vísti í fíggjarnevndini á, at leigan er ov høg. Hann mælti til at finna deildini góð høli í einum bygningi, sum kommunan eigur, ella at byggja nýggj høli beinanvegin, um tað ikki ber til.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Í gjár kl. 18:14

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

Í gjár kl. 14:27

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skoytubreytin letur upp í dag

1 minuttur síðan
Tíðindi

Lívið í Vági – Anna Randi og Oddur greiða frá

55 minuttir síðan
Tíðindi

Stórur fólkavøkstur setir krøv

1 tími síðan
Tíðindi

Sambandið vil ikki ofra ríkis­fel­ags­skap­in fyri IOC-limaskapi

1 tími síðan
Tíðindi

Koltursætlanin dýrkað 50 milliónir krónur

2 tímar síðan
Tíðindi

Seglbátur fekk motorsteðg á veg inn á Sørvág

2 tímar síðan
Tíðindi

Norsk kvinna vann 283 milliónir í Eurojackpot

2 tímar síðan
Tíðindi

36 brot á ferðslu­lóg­ina í Suðuroy

3 tímar síðan
Tíðindi

Forsetin í El Salvador stillar uppaftur

3 tímar síðan
Hondbóltur

Viborg skal til Ungarn, Kroatia og Noregs

4 tímar síðan
Tíðindi

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

10 tímar síðan
Fótbóltur

Dimma: David Nielsen og Ole Kevin Knappen upp á tal í NSÍ

10 tímar síðan