info
Ongi úrslit
Í Sjóvar kommunu hevur verið stórur fólkavøkstur, og hetta sæst aftur í fíggjarætlanini fyri 2027, sum nú er samtykt. Samlaðu íløgurnar komandi ár verða slakar 27 milliónir krónur

Stórur fólkavøkstur setir krøv

Størsta einstaka verkætlanin í Sjóvar kommunu í 2027 er nýggja ítróttarhøllin, sum skal byggjast sunnanfyri bygdarhúsið

Vilmund Jacobsen
20. november 2026 kl. 09:17

Í Sjóvar kommunu hevur verið stórur fólkavøkstur, og hetta sæst aftur í fíggjarætlanini fyri 2027, sum nú er samtykt, og har samlaðu íløgurnar komandi ár verða slakar 27 milliónir krónur.

Samlaðu inntøkurnar hjá kommununi eru mettar til 87,8 milliónir krónur, meðan raksturin kostar 72,1 milliónir krónur. Eftir rentur er rakstraravlopið 11,3 milliónir krónur.

Skattaprosentið verður óbroytt í 2027, 21 prosent, og barnafrádrátturin veksur úr 8000 upp 9000 krónur fyri hvørt barnið.

Tilsamans eru 26,95 milliónir krónur settar av til íløgur í 2027. Hetta gevur eitt hall eftir íløgur og rakstur á 15,7 milliónir krónur, sum verður fíggjað við lántøku.

Størsta einstaka verkætlanin er nýggja ítróttarhøllin, sum skal byggjast sunnan fyri bygdarhúsið. Uppskot og tilboð til verkætlanina verða latin kommununi um mánaðarskiftið januar/februar 2027.

Aðrar størri íløgur og átøk í 2027 eru:

• Bústaðir: Útstykking av grundstykkjum verður gjørd liðug, og øki er sett av til eina størri íbúðarverkætlan.

• Vinnuøkið á Hulki: Bryggjukanturin millum verandi bryggjur verður gjørdur liðugur, og peningur er settur av til eitt nýtt og tíðarhóskandi rusk- og endurnýtslupláss.

• Stranda skúli og bygdahúsið: Takið á svimjihylinum og fimleikarhøllini verður skift, og wc-viðurskiftini í bygdahúsinum verða dagførd til fólk við rørslutarni.

• Eldraøkið og fríðkan: Peningur er settur av til útbyggingar í Roðanum, umframt at kommunan ætlar at seta kommunalan gartnara og økja um viðlíkahaldið í allari kommununi.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Í gjár kl. 18:14

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

Í gjár kl. 14:27

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Lívið í Vági – Anna Randi og Oddur greiða frá

3 minuttir síðan
Tíðindi

Sambandið vil ikki ofra ríkis­fel­ags­skap­in fyri IOC-limaskapi

1 tími síðan
Tíðindi

Koltursætlanin dýrkað 50 milliónir krónur

1 tími síðan
Tíðindi

Seglbátur fekk motorsteðg á veg inn á Sørvág

1 tími síðan
Tíðindi

Norsk kvinna vann 283 milliónir í Eurojackpot

2 tímar síðan
Tíðindi

36 brot á ferðslu­lóg­ina í Suðuroy

2 tímar síðan
Tíðindi

Forsetin í El Salvador stillar uppaftur

3 tímar síðan
Hondbóltur

Viborg skal til Ungarn, Kroatia og Noregs

3 tímar síðan
Tíðindi

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

9 tímar síðan
Fótbóltur

Dimma: David Nielsen og Ole Kevin Knappen upp á tal í NSÍ

9 tímar síðan
Lesarabrøv

Der er et yndigt land 🇩🇰

10 tímar síðan
Tíðindi

NAZA Ein av týdningarmestu filmum í okkara tíð

10 tímar síðan