info
Ongi úrslit

Heini Olsen farin um sýn

Føroya Verkfrøðingafelag
19. juli 2022 kl. 12:14

Sunnumorgunin 17. juli fór Heini Olsen, verkfrøðingur friðarliga um sýn 92 ára gamalur.

 

Heini var føddur inni á Fjørð í Vestmanna  2. juli 1930 og vóru foreldur hansara Dagmar og Haldor Olsen.

Heini varð útbúgvin verkfrøðingur í Noreg og á Horsens Teknikum í Danmark. Lívsleiðin hjá Heina var innan vegagerð og annlegsarbeiði bæði í Føroyum og í fjarskotnum londum. Hann arbeiddi m.a. í Iran, Afganistan, Zanzibar og Nigeria fyri byggifyritøkuna Kampsax, og tey nógvu seinastu arbeiðsárini sum deildarleiðari fyri projekterandi vegadeildina hjá Landsverkfrøðinginum (Landsverk).

 

Heini var fróðarmaður, og umframt verkfrøðingayrkið so hevði hann nógvar aðrar gávur, hann so ríkiliga deildi um seg. Hann skrivaði, fotograferaði, teknaði, gjørdi útvarpsendingar og helt mangan góðar og væl av hondum greiddar talur til ymisk høvi.

Um barnaár og tíðina í fjarskotnum londum gav Heini út bøkurnar “Meg minnist - og ørminnist 1” (1930 - 1948), “Meg minnist - og ørminnist 2” (1949 - 1956) og “Trý túsund nætur og trinnar - millum mohammedsmenn og kvinnur” (1956-57). Forlagið sprotin gav bøkurnar út í ávíkavist 2010 og 2013, har hópurin av forvitnisligum myndum og frásøgnum eru frá pørtum av einum spennandi lívi sum verkfrøðingur.

Eisini gjørdi Heini fyri árum síðani áhugaverda sending í kringvarpinum um vegagerð og samferðslu í eldri tíðum í Føroyum.

Á kommunuvalinum í 1972 varð Heini valdur inn í Tórshavnar býráð og varð har valdur til formann í Havnanevndini. 

 

Heini var millum aðrar góðar verkfrøðingar við til at stovna Føroya Verkfrøðingafelag 28. juli í 1967. Á aðalfundinum í 2018 hjá Føroya Verkfrøðingafelag var einmælt samtykt at útnevna Heina Olsen til heiðurslim í felagnum. Hetta var fyri teir varðar, hann hevur lagt eftir seg, og fyri at  verða við til at byggja landið upp til tað samfelag, vit kenna og njóta gott av í dag.

 

Eftir Heina sita Kirsten og børnini Turid (f. 1959 í Kermanshah), Roar (f. 1961 í Hamadan í Iran), Marianna (1962 - 1998 f. í Skanderborg) og Annika (f. 1969 í Skanderborg)  og Annika við teirra familjum.

 

Við hesum fáu orðum verður lýst friður yvir minnið um Heina Olsen við tankum til tykkum ið eftir sita.

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

5 minuttir síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

25 minuttir síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

32 minuttir síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

1 tími síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

2 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

2 tímar síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

3 tímar síðan
Tíðindi

– Hetta gevur okkum orku at gera meira

3 tímar síðan
Tíðindi

Einmælt býráð mótmælir

4 tímar síðan