Bjarnvarður var føddur í Tórshavn 4 desembur 1944.
Bjarnvarður hevði drigist við sjúku seinastu árini. Støðan hjá honum versnaði nógv seinastu tíðina og varð hann innlagdur á Landssjúkrahúsið ólavsøkuaftan.
Har var hann inntil hann legði árarnar inn mánamorgun hin 24 august 81 ára gamal.
Eg eri eisini takksamur fyri, at eg fekk heilsaði uppá hann á Tórsbyrgi, beint áðrenn ólavsøkuna.
Tá segði hann mær, “ at hann orkaði ikki meira”, hann var tá tíverri nógv merktur av sjúku.
Tibetur bar soleiðis til, at øll børnini við familju vóru heima til ólavsøkuna, hettar til stóra gleði fyri Bjarnvarð og tey øll.
Hann megnaði tó at vera við til stóra 50 ára hátíðarhaldið hjá Eigarafelagnum hjá Tórsbyrgi beint undan ólavsøkuna í ár, har hann og familjan búsettust í 1981.
Eisini bar soleiðis til, at øll børnini við familju vóru heima til ólavsøkuna, hettar til stóra gleði fyri Bjarnvarð og tey øll.
Har hann saman við øðrum eldsálum gjøgnum øll árini, var við til at leggja lunnar undir, at “Tórsbyrgi“, skuldi vera eitt mennandi stað at búgva hjá øllum og har trivnaðurin og felagsskapurin skuldi vera í hásæti.
Bjarnvarður dámdi sera væl at búgva har. Hann segði mær nakað soleiðis um Tórsbyrgi fyri fleiri árum síðani.
”Bara við at koma til Tórsbyrgi, er ein beinavegin onkra aðrastaðni, ein gloymur allan larm og ikki minst tíðina. Her er so fríðarligt og róligt umhvørvi, men allíkavæl eru vit mitt í Tórshavn, ikki sannheit”
Hann hevði so púra rætt. Tað er eingi ivi herfrá.
Tórsbyrgi, sum eisini hevur elsta Eigarafelagið í landinum, hava megna at gera Tórsbyrgi, til eina framúrskarandi perlu. Og til eina framúrskarandi og serstaka “bygd” mitt í høvðustaðnum hjá okkum øllum.
Bjarnvarður var sonur Tóllakkur í Dali, sum var ættaður úr Havn og Marin Kristinu í Dali, vanliga nevnd Dinna (fødd Nielsen) ættað úr Kvívík.
Bjarnvarður var elstur av trimun beiggjum. Hinir brøðurnir eru Hallgeir og Tummas.
Foreldrini saman við dreinginum settu búgv í Havn.
Bjarnvarður giftist við Betty Hammer.
Betty er dóttur Andrias Hammer, sum var kendur bátasmiður. Andrias var ættaður úr Líðini í Vági.
Mamma var Karolina Alfrida (Frida) Veihe, sum var ættað úr Porkeri. Tey settu búgv í Rúnavík.
Tað lá væl fyri hjá Bjarnvarður á nærum øllum økjum, men tað handaliga vann framá. Tá ið Bjarnvarður var 14 ella nærum 15 ár í 1959, fór hann í læru hjá kenda handverkaranum Hans M Reinert í Havn.
Bjarnvarður tók sveinabræv sum “rør og varmasmiðjur” 26. oktobur í 1963.
Har tað í hansara sveinabrævinum stendur "staðið við rós”.
Ikki so løgið fyri slíkan framúr handverkara sum Bjarnvarður, eisini var kendur fyri at vera.
Bjarnvarður arbeitti meginpartin av lívið sínum innan rør og sanitetsøki. Hann var sera nærlagdur, fyrikomandi og væl avhildin sum handverkari.
Hinvegin legði Bjarnvarður eisini sera stóra orku í barna og ungdómsarbeiði gjøgnum lív sítt.
Bjarnvarður var ítróttarmaður um ein háls og var hann sera kroppsliga væl fyri og eisini fimur sum eingin annar.
Tað sást eisini aftur, har tað lá væl fyri bæði til fimleik, flogbólt, tennis og at spæla gólf.
Har hann seinnu árini nýtti óteljandi tímar á Glyrvursnesi, fyri at spældi gólf, millum onnur góð ítróttarfólk úr Havn.
Bjarnvarður var sum nevnt ítróttarmaður, men hann var eisini meira enn tað.
Eg var ungur tá ið eg fyrstuferð kom at kenna hann. Eg gloymi aldrin aftur, táið eg sá allar hansara “medaljur“ ella øll tey "heiðurmerkir” sum hingu heima við hús hjá honum.
Eg havi ikki uppliva nakran, sum átti so nógv heiðursmerkir sum Bjarnvarður og var eg sjálvandi sera hugtikin av tí eg sá.
Ikki at gloyma, eg var eisini hugtikin, av hesum framúr ítróttarmanni.
Eisini var eg bergtikin av hesum sera skilagóða havnarmanni. Bjarnvarður var sera umhugsin, litilatin, fittur og sera skilagóður maður.
Eisini var hann góður í ráðum, um ein hevði brúk fyri tí.
Tá ið eg møtti honum fyri fyrstuferð, hetta var fyrst í 90 unum, var hann flogbóltspælari og venjari innan flogbólt í Havn.
Meini, hann tá var venjari hjá flogbóltsfelagnum “Fleyr”.
Hann spældi eisini tennis, bæði innandurða og á tennisvøllinum í Havn.
Ja, har vóru fleiri hundrað heiðursmerkir heima við hús hjá honum. Alt sum hann hevði vunnið gjøgnum nógv ár sum íttróttarmaður.
Har vóru eisini FM heitir í rúgvuni, har hann sum íðkari, venjari, ella sum virkandi formaður, hevði vunnið gjøgnum tíðina. M.a innan flogbólt og fótbólt.
Vert er at nevna, at Bjarnvarður var formaður fyri Havnar Bóltfelag (HB), frá 1987 til 1989 og var hann sum virkandi formaður við at vinna FM heitið í 1989.
Hetta var hann eisini sera fegin um og var hann HB ari um ein háls, ja alt lívið.
Bjarnvarður var eisini sera nógv avhildin millum øll tey ungu innan ítróttin og hann brúkti nógva orku við at menna tey ungu við sínum róliga og skilagóða lyndi.
Bjarnvarður var tann persónurin gjøgnum alt lívið, sum vildi hjálpa øðrum og vildi vera við á besta hátt, at stimbra og menna onnur um tað ástóð.
Ikki bara innan ítróttin, men eisini sum heild, var hann fúsur at geva eina hjálpandi hond, fyri at hjálpa og leiða øðrum á rætta leið.
Hann skifti handverkarafakið út við námsfrøðina. Hann var eisini ein sera góður námsfrøðisligur hjálpari. Sum hann á sama hátt, var innan ítróttin fyri sera mong ung í Havn gjøgnum nógv ár.
Hettar sást eisini aftur á hansara lívsleið, hann var komin væl til árs, tá ið hann skifti handverkarafakið út við námsfrøðina, tó slepti hann ikki heilt ungdómsútbúgvingini sum rørsmiðjur.
Har hann vendi aftur viðhvørt og arbeitti seinastu árini sum rørsmiðjur.
Umframt at vera handverkari, so tók Bjarnvarður útbúgving innan námsfrøðisliga øki.
Hann og konan Betty fluttu til Danmarkar í 1999, har tók Bjarnvarður prógv sum námfrøðisligur hjálpari (PGU), tá var hann 56 ára gamal.
Tað lá sera væl fyri hjá honum innan námsfrøðina og tey ungu og børnini á Barnaheiminum, har Bjarnvarður arbeiddi, høvdu eina sera hjartagóðan námsfrøðing.
Øll vóru glað og góð við Bjarnvarð og hann gav seg eisini fult út innan øki.
Eg kom sjálvur inn at arbeiða á Føroya Barnaheimið í 1995, sum avloysari. Har eg og Bjarnvarður eisini arbeitti saman tá, í umleið 2 ár.
Ein kann siga, at tað var hann, sum eggjaði meg, at fara taka útbúgving sum námsfrøðingur í 1997.
Eisini vil eg takka tær góði Bjarnvarður og tínum fitta og raska svági Elith Hammer, sum tá var húsavørður á Føroya Barnaheimið fyri alt gott og fyri góðar løtur tá.
Tykkara lætta lyndi, umsorgan og gleði merkti vit øll, bæði starvsfólk og ikki minst børnini.
Har var eisini pláss fyri skemtiligum søgum frá Elith inni á verkstaðnum. Sum bara gjørdi alt betri hjá okkum øllum.
Góðu søgurnar og skemtið hevur Elith arva frá pápanum Andrias Hammer.
Eisini takk til tín Elith fyri tíðina har.
Bjarnvarður hevði eitt framúr gott og sjálvsama róligt lyndi og var sera hjartagóður maður. Har hann tey seinastu 10 árini, var vitjarnarvinur fyri Reyða Kross.
Tríggjar ferðir um vikuna var hann vitjarnarvinur. Hettar dámdi honum stak væl. Har bæði hann og tey eldru fingið nógv gevandi burturúr.
Bjarnvarður er abbi til mína dóttur Ingibjørg og betri abba kundi hon ikki fingið. Hann og ikki gloyma Betty omman hava verið framúr góð við Ingibjørg.
Hon hevur elskað at koma heim til Tórsbyrgi, heilt frá tí hon var smágenta. Betri abba og ommu, kundi hon ikki fingið. Takk fyri tað, bæði tvey.
Eg vil eisini, takka tær góði Bjarnvarður, fyri at tú eisini gav pláss fyri mær gjøgnum øll hesu árini, hóast eg ikki altíð havi verið so nemmur at fáast við.
Men góður vart tú við meg, tað merkti eg hvørjaferð, vit hittust.
Har tú eisini, segði sum var við meg, um tað skuldi vera. Men altíð við einari konstruktivari og kærligari meining, sum eg kundi brúka og læra av, um eg vildi tað.
Ein visti akkurát, hvar ein hevði teg. Tú segði jú akkurát sum var. Tað kann ein jú bara læra av og betri kann tað ikki gerast.
Vit báðir høvdu eisini samband, meira ella minni alt lívið, líka inntil nú, tú tíverri fór hiðanfrá.
Takk fyri løturnar, samrøður og fyri góðu ráðini gjøgnum árini góði Bjarnvarður.
Við djúpastu samkenslu til tykkum øll, sum eftir sita. Betty, Bogi, Eydis og Eyvør við børnum.
Má Harrin styrkja tykkum í sorgini.
Hvíl í friði mín góði vinur og takk fyri alt.
Levi