info
Ongi úrslit

SMS: Neistin vann toppdystin - Greiðir sigrar til VÍF og EB

Tríggir dystir eru leiktir í SMS-deildini í kvøld

Mynd: HSF
Heri Á. Simonsen
28. oktober 2026 kl. 21:05

Spennandi og javni dysturin í SMS-deildini í kvøld var grannauppgerðin í Hoyvíkshøllini millum H71 og Neistin. Í seinasta álopinum beint undan dystarloki skoraði Hervør Niclasen sigursmálið fyri Neistan, ið vann dystin 31-30. Í steðginum var H71 á odda 16-14.

Maria H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 í kvøld. Hon skoraði heili 13 mál. Anna Sigrunardóttir Mikkelsen var við átta málum toppskjútti hjá Neistanum.

Í høllini í Vestmanna vann VÍF stórsigur 36-21 á Kyndli. Í steðginum var heimaliðið á odda 19-11.

Rakul Borgarlíð Joensen var við sjey málum toppskjútti hjá VÍF. Við fimm málum var Bára Krossteig Hansen toppskjútti hjá Kyndli.

Í høllini á Skála vann EB greiðan 27-18 sigur á StÍF. Í steðginum vóru eiðiskvinnur á odda 13-8.

Við fimm málum var Rebekka Justinussen toppskjútti hjá StÍF. Toppskjútti hjá EB við 10 málum var Maria Fisker Stokholm.

H71 er fremst við 12 stigum fyri átta dystir. Neistin er nummar tvey við 11 stigum fyri sjey dystir. VÍF, EB og Stjørnan hava átta stig hvør. StÍF hevur trý stig, meðan Kyndil er aftast við tveimum stigum.

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá teimum dystunum, ið eru leiktir í kvøld:

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir taptu stórt á Hafnarfirði

12 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias legði upp til mál í 3-0 sigri hjá Västerås SK

42 minuttir síðan
Fótbóltur

Hellas Verona tryggjaði sær sigurin móti dystarenda

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava rund­koyr­ing til nýggja býl­ing­in á Strondum

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Avgerðin er í okkara hondum

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum sett dám á fundin

5 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Minst 68 deyð í tok­van­lukku í Spania

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvar skal Almannaøkið spara?

6 tímar síðan
Fótbóltur

Adrian og liðfelagarnir snávaðu móti liði úr triðbestu deildini

7 tímar síðan
Tíðindi

Hákun kongur kondolerar Spania

7 tímar síðan
Tíðindi

Nú eru 64 staðfest deyð í tokvanlukku

9 tímar síðan
Lesarabrøv

Avlop í fíggarlógaruppskotinum fyri 2027

9 tímar síðan