Mattias Hellisdal var við frá dystarbyrjan, og hann fekk 61 minuttir á vøllinum, tá Västerås SK í kvøld vann trivaligan sigur í útidysti í Allsvenskuni.
Á Stora Valla leikvøllinum í Degerfors vann Västerås 3-0 á heimaliðnum. Tá Mattias var skiftur út var støðan 2-0.
Frédéric Nsabiyumva fekk Västerås á sigurskós miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Mattias hegnisliga legði upp til málið við einum sera góðum hornasparki.
11 minuttir inn í seinna hálvleik økti Taonsa Axel til 2-0. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat staðfesti Marcus Baggesen sigurin.
Västerås liggur sum uppflytari á einum flottum sætta plássi við 41 stigum.
Mattias rætti við sigrinum í kvøld eina hjálpandi hond til Áka D. Samuelsen, Martin Agnarson og liðfelagar teirra í Mjällby. Mjällby er fimtaftast í deildini við 23 stigum. Degerfors er triðaftast við 20 stigum. Örgryte er næstaftast vi 19 stigum, so Mjällby er framvegis í stórum niðurflytingarvanda.
Í annaðkvøld klokkan 19 spælir Mjällby dyst móti júst Örgryte á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg. Mjällby má og skal hava stig í hesum dystinum, annars er eldur í øllum skálanum.