Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir í HK ferðaðust stutta teinin úr Kópavogi til Kuehne+Nagel høllina á Hafnarfirði, har Haukar tóku ímóti teimum í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Haukar vann stórsigur 37-22 á HK. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-12.
Trúgvi skoraði tvey mál upp á seks málroyndir. Hann legði eisini upp til fýra mál og vann liðnum eitt brotskast.
HK er næstaftast í deildini við fýra stigum fyri sjey dystir. HK er tó bert tvey stig frá gylta áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Sunnukvøldið klokkan 18 hevur HK dyst á heimavølli móti Selfossi.