info
Ongi úrslit

Hesi skulu IKKI lata seg kanna fyri koronu

Nú biðjur Sjúkrahúsverkið fólk um at hugsa seg um

Áki Bertholdsen
4. november 2021 kl. 14:08

Korona gongur, sum ongantíð áður og í hesum sambandi er gravgangur eftir at verða kannað fyri koronu. Hvønn einasta dag verða yvir 3.000 fólk kannað fyri koronu – og samstundis er nú ein ávís bíðitíð eftir at sleppa framat at lata seg kanna. Og nú heitir sjúkrahúsverkið á fólk um at hugsa seg um

– Tað er sera umráðandi, at tey, ið tað er óneyðugt at kanna, lata vera við at kanna seg, sigur Sjúkrahúsverkið.

Í farnu viku vístu bæði Landslæknin og landsstýrismaðurin í heilsumálaráðnum á, at tað er ein trupulleiki, at nógv, sum ikki hava sjúkutekin, og sum heldur ikki hava nakra aðra serliga orsøk at halda seg vera smittað, lata seg kanna av trygdarávum.

– Tað er óheppið, tí tískil kunnu tey troka fólk, sum eru smittað aftur um á bíðilistanum, sigur Sjúkrahúsverkið í eini fráboðan nú seinnapartin.

– Tá ið fólk biða um tíð til koronukanning verða tey biðin at svara upp á, hví tey vilja kannast. Har eru ymsir møguleikar at svara, eitt nú, at tað talan er um kanning annan dagin eftir at tey eru komin til Føroya. Ein annar møguleiki er, at vilja kannast tí at tey hava sjúkueyðkenni, ella um tey hava verið í veitslu.

Fólk kunnu eisini svara, tað er arbeiðsplássið, sum hevur kravt eina kanning – men her verður hugsað um onnur  arbeiðspláss enn sjúkrahúsini og bústovnar kring landið.

– Sjúkrahúsverkið sigur, at tað kann vera gott at arbeiðspláss fáa starvsfólkini kanna seg av trygdarávum. Men vit kunnu helst semjast um, at tað ikki er ikki líka týdningarmikið sum at fólk, ið hava verið uttanlands, ella fólk við sjúkueyðkennum, verða kannað, sigur Sjúkrahúsverkið.

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

16 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

VIDEO: Síggj Elias skjóta tvey flott mál móti Erlangen

44 minuttir síðan
Ítróttur

Kvinnurnar og menninir hjá Fleyr vunnu á Mjølni

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

7 tímar síðan
Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

9 tímar síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

10 tímar síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

10 tímar síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

11 tímar síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

11 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

12 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

12 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

13 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

13 tímar síðan