info
Ongi úrslit

Hvussu nú við alivinnuni??

Bill Justinussen
25. november 2022 kl. 10:29

Tá eg fyri góðum 20 árum síðani kom inn í politikk, var alivinnan í tungum sjógvi. Onkuntíð stóð so illa til, at alivinnan hevði tørv á stuðli úr landskassanum fyri at møta avbjóðingunum.

Síðani 2003 hevur alivinnan ment seg frá lítlum til at vera okkara størsta einstaka vinna. Umleið 1.800 fulltíðarstørv eru í alivinnuni ídag. Lønargjaldingarnar eru umleið 750 mió. kr. Eitt skjótt roknistykki sigur okkum, at landskassin fær hetta burturúr alivinnuni:

Landsskattur av lønargjaldingum                   110 mió

Tøkugjøld                                           330 mió

Pf-skattur                                            250 mió

Kapitalvinningsskattur                                    150 mió

Landsskattur av lønum av íløguvirksemi                   110 mió

Landsskattur og avgjøld frá veitaravinnum    300 mió

Inntøkur landið frá alivinnuni íalt                                     1.250 mió

 

Samlaðu inntøkur landskassans fyri 2023 eru í fíggjarlógaruppskotinum mettar til 6,7 milliardir. Hetta roknistykkið vísir okkum, at inntøkur landskassans frá alivinnuni og atknýttum virksemi táttar í 20% av landsins samlaðu inntøkum.

Men tað er ikki nóg mikið, halda nakrir flokkar, sum biðja um veljarans atkvøðu til løgtingsvalið. Teir ætla at hækka tøkugjaldið á alivinnuna við nøkrum 100 milliónum.

Hvørjar verða avleiðingarnar?

Svarið finna við í Noregi. Tí norska javnaðarstjórnin hevur júst lagt høg avgjøld á alivinnuna. Úrslitið er: 100-tals, kanska 1000-tals fólk eru søgd úr starvi. Ætlaðar milliardaíløgur eru steðgaðar. Avleiðingin verður ikki meiri peningur í norska ríkiskassan. Tí hóast alivinnan verður harðari skattað, so missir staturin skatt frá 1000-tals arbeiðarum umframt skattir og avgjøld frá avleiddum vinnum, sum ikki koma í hús, tí milliardaíløgur ikki verða gjørdar.

Tað sama fer at henda í Føroyum. Tað kann væl vera, at nakrar 100 milliónir verða meiri til landskassan ta fyrstu tíðina í tøkugjaldi. Men mistir skattir og avgjøld frá uppsøgdum arbeiðarum og ikki gjørdum milliardaíløgum fara at gera samlaðu inntøkurnar til landskassan lægri, tá avtornar.

Tað er stokkutur hiti at pissa í buks. Um eg verði valdur á Løgting 8. desembur, fari eg av øllum alvi at virka fyri, at alivinnan framhaldandi sleppur at vaksa og gera neyðugar íløgur. Tað kastar mest av sær til samfelagið alt, bæði arbeiðaran, veitaran, kommunukassan, landskassan og íleggjaran.

Vel Miðflokkin

Bill Justinussen

 

           

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Føroyar løgdu bragdliga fyri

18 minuttir síðan
Tíðindi

Trump missir meiri­lut­an – demo­krat­ar­nir taka vald­ið í Kongressini

53 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: Føroyar-Kosovo

1 tími síðan
Tíðindi

Trump viðurkennir: Kríggið í Iran ávirkaði valósigurin

1 tími síðan
Tíðindi

Novo hevur skrásett 337 føroysk heilsustarvsfólk

2 tímar síðan
Tíðindi

Snildfonin skal verða heima – eisini snild ur skulu úr skúlanum

3 tímar síðan
Tíðindi

Lógaruppskot um snildfonir í skúlanum til hoyringar

4 tímar síðan
Tíðindi

Musk tykist hava strikað áheitan um at velja Republikanararnar

4 tímar síðan
Tíðindi

Minningarhald fyri børn, ið farin eru sunnudagin

4 tímar síðan
Tíðindi

J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu

4 tímar síðan
Tíðindi

Kópur í Føroyum – skaðadjór ella týðandi partur av náttúruni?

4 tímar síðan
Tíðindi

Bjóða øki út til íbúðarbygging

5 tímar síðan