info
Ongi úrslit

Kópur í Føroyum – skaðadjór ella týðandi partur av náttúruni?

Kunnandi tiltak á MEST í Runavík setur sjóneykuna á kóp, gransking og framtíðar umsiting av føroyska kópastovninum

Vilmund Jacobsen
4. november 2026 kl. 16:05

Er kópurin eitt skaðadjór, sum eigur at verða gagnnýttur, ella er hann ein týðandi partur av føroysku vistskipanini, sum vit eiga at verja? Og hvussu stór er ávirkanin hjá kópinum í veruleikanum á føroyskt havumhvørvi, fiskivinnu og alivinnu?

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum verða settir á breddan, tá MEST í Runavík bjóðar til kunnandi tiltak um kóp í Føroyum í samband við Býarskáan.

Síðani 2021 hevur verið bannað alivinnuni at veiða kóp í Føroyum. Nú er aftur kjak um kópastovnin og umsitingina av honum og uppskot um lóggávu, sum skal loyva kópaveiðu, er á veg.

Men hvat vita vit veruliga um føroyska kópastovnin? Hvussu stórur er hann, hvørja ávirkan hevur kópurin á náttúruna og vinnulívið, og hvørjar møguleikar og avbjóðingar eru knýttar at eini møguligari kópaveiðu?

Á tiltakinum verður høvi at hoyra ymisk sjónarmið og fáa innlit í evnið frá fólki við serkunnleika og royndum.

Á skránni eru framløgur frá Bjarna Mikkelsen frá Havstovuni, Kaj Eli Sørensen frá Veiðufelagum og Magnusi Gaard, lívfrøðingi, sum fara at lýsa evnið frá ymiskum sjónarhornum.

Eisini verður eitt orðaskifti millum hesar, har Annika Bolton Mortensen verður orðstýrari.

Endamálið er at skapa størri vitan um eitt evni, sum bæði snýr seg um náttúru, vinnu, siðvenju og framtíðar umsiting av okkara tilfeingi.

Tiltakið er ókeypis og partur av Kom og MENN’ist, sum verður á MEST í Runavík frá klokkan 16 leygardagin 7. november.

MEST bjóðar til opið hús frá klokkan 15, har høvi verður at síggja verkstaðið og hoyra um virksemið hjá felagnum.

- Eisini fer OY at hava ølsmakking, og Sámal Ravnsfjall fer at spæla nøkur løg. Meira kunning á byarskain.fo ella facebook síðuni hjá Býarskáanum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Lógaruppskot um snildfonir í skúlanum til hoyringar

29 minuttir síðan
Tíðindi

Musk tykist hava strikað áheitan um at velja Republikanararnar

32 minuttir síðan
Tíðindi

Minningarhald fyri børn, ið farin eru sunnudagin

32 minuttir síðan
Tíðindi

J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu

33 minuttir síðan
Tíðindi

Bjóða øki út til íbúðarbygging í Leirvík

1 tími síðan
Tíðindi

Móttøka og skipsdópur av Hav Fles í Søldafirði

2 tímar síðan
Tíðindi

Økt virksemi á Málstovuni

3 tímar síðan
Tíðindi

Vónandi gongur ósigurin ikki út yvir tilgongdina til frið

3 tímar síðan
Tíðindi

Olaf Johannessen 40 ár á Kongaliga Leikhúsinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Nuuk sum "Home of the Whopper"

5 tímar síðan
Tíðindi

16 læknar útbúgva seg til komm­unu­lækna – sjey størv eru fram­vegis leys

5 tímar síðan
Tíðindi

Aftanfyri minnispláturnar fjalast tungar lagnur

5 tímar síðan