info
Ongi úrslit

Minningarhald fyri børn, ið farin eru sunnudagin

Minningarhald fyri børn, ið farin eru, verður sunnudagin 8.november kl. 16.00 í Havnar kirkju.

Eirikur Lindenskov
4. november 2026 kl. 16:31

Ida Lykke Kannuberg prestur prædikar. Cellokvartettin Hvítar flykrur spæla.

Drekkamunnur verður í Kirkjustovu aftaná gudstænastuna. Øll eru hjartaliga vælkomin. 

Minningarhaldið verður sum ein vanliga gudstænasta. Áðrenn gudstænastuna frá kl. 15.30 er høvi hjá teimum, sum hava hug til tess at tendra ljós fyri barninum tey hava mist og vit minnast tey í kvirru.

Minningarhald var skipað á fyrsta sinni í nov. 97. Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt – óansæð nær og í hvørjum sambandi barnið er mist.

Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annað hvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum.

Saman minnast vit tey farnu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan, einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð.

Í dag liva vit í eini mentan, har vit dagliga skulu vísa skjótleika og framfýsni, sum prógv uppá, at vit liva lívið til fulnar. Vit geva okkum ikki stundir at dvølja og sansa. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið.

Tá ið vit tendra ljós fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika og at børn okkara enn lýsa í hjørtu foreldranna.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

20 tímar síðan

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Viljormur og Odmar vóru við í minniliga novembersigrinum

0 minuttir síðan
Tíðindi

Heilsustýrið kannar skíggjanýtslu og heilsu hjá ungum í Føroyum

13 minuttir síðan
Tíðindi

Afturbrá 2 – Gamlar myndir úr Norðoyggjum

29 minuttir síðan
Tíðindi

Fólk við breki kunnu missa 2.836 krónur um mánaðin

55 minuttir síðan
Fótbóltur

Tríggir vilja gerast forseti í Fifa

1 tími síðan
Tíðindi

Søguligur dagur: Kvinnur stýrdu Løgtinginum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ætla at leingja bryggjuna hjá Norrønu í Seyðisfirði

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgtingið skal við­gera sjúkra­dag­peng­ar, fam­ilju­í­skoyti og skatt í dag

3 tímar síðan
Ítróttur

Borðtennis: 42 leikarar kappaðust á Hálsi

4 tímar síðan
Fótbóltur

Hava ein sigur, tríggjar javnleikir og eitt tap móti Moldova

4 tímar síðan
Tíðindi

Fimm mentan­ar­fel­øg á fund við Fíggjar­nevnd­ina í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

76 milliónir krónur til gransking í kvinnuheilsu

4 tímar síðan