Ríkmaðurin Elon Musk tykist hava strikað eitt uppslag á sosiala miðlinum X, har hann týsdagin heitti á amerikanarar um at atkvøða fyri Republikanarunum.
Tað skrivar The New York Times.
Uppslagið við orðunum »Vote red today!« var mikumorgunin ikki longur sjónligt á vanga hansara.
Sambært blaðnum brúkti Musk nærum 500 milliónir dollarar til at stuðla Republikanarunum við miðskeiðsvalið.
Ógreitt er, hví uppslagið er horvið. The New York Times skrivar tó, at Musk hevur fyri vana at strika uppsløg, sum seinni ikki taka seg so væl út.